Lýsing
Lýsing
Lýsing

Størri byggifyritøkur og smærri - neyðugt er við báðum

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu  |  07.07.2020 - 11:07 Lesarabrøv Vinna

Vinnan og Klaksvík ((5)

 

Klaksvík er eitt sunt øki í samfelagnum

og stendur sjálvsagt fyri avbjóðingum

Ein týdningarmikil partur av vinnulívinum, sum breiðkar útboðið, eru byggifyritøkur. Hendan greinin av vinnuni er sjónlig og hevur ikki minst seinastu árini verið sera arbeiðsskapandi, neyðugt hevur eisini verið at innflyta handverkarar. - Í Klaksvík eru bæði størri og smærri byggifyritøkur sum gevur býnum fjølbroyttar virkismøguleikar.

Tær tríggjar størru byggifyritøkurnar, Norðhús, Kanjon og Malltek, hava tilsamans eini 120-130 fólk í vinnu. Hesar fyritøkur eru væl fyri við maskinum, bilum, fólki o.s.fr. og umframt at tær hava verkætlanir í Klaksvík, arbeiða tær ymsastaðni í landinum. Tær hava mong ár á baki.

Eisini eru smærri byggifyritøkur, kanska millum 5 og 10 í tali ella fleiri, sum umframt virka á privata sethúsamarknaðinum við nýbygging eisini útinna viðlíkhaldsarbeiði. 

 

Nýbygningar í ljósmála

og tørvur á viðlíkahaldi

Umframt at Mentanarhúsið stendur í gerð,  ljóðar frá fleiri verkætlanum í næstum: Húsarhaldsskúli Føroya, útbygging av Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har tekningar í báðum førum hava ligið í longri tíð, men her hevur tíverri verið ov langt frá “tanka til handling”.  Eisini er komið í ljósmála, at nýtt hotel skal byggjast í miðbýnum. Bara fyri at nevna tríggjar størri verkætlanir. - Fleiri aðrar verkætlanir liggja klárar almennar og privatar eitt nú verður byggibúgvið framvið Borðoyavíkina.   Umráðandi er, at fyritøkur hava byggiætlanir í væntu drúgva tíð frameftir fyri at leggja arbeiðini væl til rættis.

Onki er at taka seg aftur í, at hóast “Spinnaríið” – sjálvur bygningurin – er komin aftur til heiður og æru,  “Klaksvíkar Damvaskarí”, sum Anskar Hansen keypti og givið ábøtur, eru heilt nógvir almennir og hálvalmennir bygningar, sum veruliga treingja til viðlíkahald t.d. “Gamli Klaksvíkshandilin”, hesin søguligi bygningur, er harmiligur á at líta og landsalmenni bygningurin har “Taks” heldur til, sum sanniliga treingir til eina “yvirháling”! Bara fyri at taka hesar báðar av fleiri í fyrstu atløgu.

 

Væl hildin hús fríðka býin -

úttstykkingar eru á veg

Leggjast kann afturat, at hugaligt er at síggja øll tey mongu gomlu húsini í Klaksvík – mong bygd fyrru helvt av 20. øld – hava fingið eina dagføring soleiðis, at tey eru sonn prýði. Umframt, standa nógv hús í gerð og útstykkingar eru á veg. – Hetta hevur  verið arbeiðsskapandi serliga fyri smærru byggifyritøkurnar.

Tað má fara væl uppum  hálvtannaðhundrað starvsfólk, sum starvast beinleiðis innan byggifyritøkur í Klaksvík bæði tær størru og smærru.

Umráðandi er við eini breidd av frumvinnu, sekunderu vinnuni og tertieru, av privatum og almennum stovnum og fyritøkum.

 

Áhugaverd skattatøl

Um allan heimin nú Korona-sóttin hevur gjørt innrás,  hevur afturgongd í inntøkum loypt kvøkk á og øði í.Tá hugt verður eftir skattatølunum hjá Klaksvíkar kommunu fyrri helming 2020, sær út til, at fyrri helmingur í 2019 gav uml. 140 mió. krónur, meðan fyrri helmingur 2020 hevur givið umleið 148 mió.krónur í k0mmunukassan. T.v.s. 8 mió krónur meira.

Tó kann sigast, at broytingar við eftirvirkningum kunnu koma seinni í árinum. Men ikki skerst burtur, at mai mánaði gav nakað eins bæði árini, meðan juni mánaði sær út til at hava givið um 2 mió. krónur meira í ár.

Men alt í alt so er: Klaksvík er eitt sunt øki í samfelagnum og stendur sjálvsagt fyri avbjóðingum!

 

Jógvan við Keldu

 

PS!

Vinnulívsráðið í Klaksvík hevur tvey tiltøk fyri limir ráðsins seinna árshelming: aðalfundur verður mikukvøldið 26. august og netverksfundur verður hjá KBI Sp/f, mánaðaskiftið september/oktober.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kaj Eli Blábjørg til minnis
Tøk pláss á Tøknibreyt­ini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Lýsing