Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrstu almennu bíðilistarnir til viðgerðir í Sjúkrahúsverkinum eru tøkir

SKRIVAÐ: Heilsumálaráðið  |  10.07.2020 - 09:15 Politikkur Tíðindaskriv

Skipan um viðgerðartrygd skal setast í verk, sum ásetur, at eingin skal bíða í meira enn 30 dagar eftir at koma í viðgerð. Gjøgnumskygdir bíðilistar til almenningin er ein grundarsteinur undir viðgerðartrygdini.

Øll eru greið yvir, at tað krevur nógv at røkka málinum. Hetta verður ikki gjørt frá degi til dags. Tað krevst bæði peningur, læknar og onnur heilsustarvsfólk, og kapping er um øll hesi.

Umráðandi er at vit brúka tilfeingið í samlaða sjúkrahúsverkinum skynsamt, samstundis sum tað er týðandi at vita, hvar tørvurin er størstur.

Fyri at leggja viðurskiftini væl til rættis er eisini neyðugt at kenna aktuellu støðuna. Ein týdningarmikil partur av hesum eru almennir gjøgnumskygdir bíðilistar til viðgerð innan sjúkrahúsverkið.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum setti sær beinanvegin fyri, at almennar bíðilistar skulu gerast til tær ymsu viðgerðirnar í sjúkrahúsverkinum, sum eisini er ásett í samgonguskjalinum.

Hesum hevur sjúkrahúsverkið arbeitt við, og nú eru fyrstu bíðilistarnir loksins klárir. Hetta er ein sera góð og spennandi byrjan, sum kemur at halda fram, so eisini almenningurin fær betri innlit í bíðitíðirnar sum frá líður.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, fegnast um hetta stigið. “At vit nú fáa innlit í, hvussu bíðilistarnir eru, er ógvuliga kærkomið. Fyrst og fremst fyri tann, ið tørvar viðgerð og eisini fyri okkum í politisku skipanini, og eg vil takka Sjúkrahúsverkinum fyri hetta framstigið.

Almennir bíðilistar eru ein týðandi partur av viðgerðartrygdini. Nú vita vit betri, hvat krevst fyri at náa málinum um viðgerðartrygd, og eg fari framhaldandi at gera mítt ítasta at flyta okkum fram á leið.”

Politikkur snýr seg um raðfesting og samstarv. Við betri vitan um støðuna í Sjúkrahúsverkinum, ber eisini til at raðfesta meira skynsamt.

Samstarv í politisku skipanini og í sjúkrahúsverkinum eru grundleggjandi fortreytir fyri at seta sjúklingin í hásæti!

Bíðilistar í Sjúkrahúsverkinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
25 ár við smíli og góðari tænastu!
Áarføri í Klaksvík
Virkið Heyst verður í viku 41
Vakurt - meira enn gras og blomstur
Hvannasunds kommuna veitir fíggjarligan…
Lívið er tann størsta gávan, sum er og n…
Vísindavøka á ferð á Sands Bókasavni í k…
Bólkur 5A hevur 916 dagar eftir
MEGD fær nýggja forkvinnu
Fyrileystrar í Finsen Tórshavn
Føroyska seyða­hundalands­liðið kappast í…
VB: Vit vilja seta trygdina fremst
Alt sprettur úr hugsjón­ini um umsorgan,…
Ongin spenningur um FM - Tíðin er komin…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Tøkk – Ægir 50 ár
Áskoðaraskýlið á Svangaskarði
Tey venja leik í Spinnarínum
Innangarðsútskiftingin í Haraldssundi
Heðin og Fríða vitja Norðlýsið