Lýsing
Lýsing
Lýsing
Meðan býráðspolitikarar á Tvøroyri og í Runavík fegnir vildu hava gjøldini úr Vága- og Norðoyatunlinum til at fíggja undirsjóvartunlar til síni egnu øki, var fíggjarmálaráðharrin avgjørdur og segði, at tað ikki kom uppá tal | Mynd: kvf.fo

Onki felags tunnilsfelag kemur uppá tal

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.07.2020 - 20:36 Leiðarin Politikkur

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri við tunnilsmálum, skapti helst frøi í øllum heimunum í Norðoyggjum og Vágum, tá hann avsannaði, at tað fór at koma uppá tal at leggja gjaldið fyri at koyra í Eysturoyartunlinum yvir í eitt felags tunnilsfelag, sum brúkararnir av Norðoyatunlinum og/ella Vágatunlinum so áhaldandi skulu gjalda inn til.

Øll kunnu vit semjast um, at gjaldið í Eysturoyartunlinum er alt ov høgt, serliga til pendlarar, ið skulu gjalda hvønn dag. Tað fer at bera sera illa til at búgva við Skálafjørðin og arbeiða í Havn ella øvugt, um koyrast skal ígjøgnum tunnilin fyri 75 krónur hvønn vegin. Men “loysnin”, sum Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, um at turka gjaldið upp í norðoyingar og vágafólk er als ongin loysn.

Vágar og Norðoyggjar hava trúliga goldið Vágatunnilin og Norðoyatunnilin niður í onki. At siga “Takk, og her eru líka tveir tunlar afturat, tit eisini skulu gjalda” er burtur úr vón og viti. Tað svarar til at siga við ein persón, sum júst hevur goldið sítt grundstykki út, at hann eisini skal gjalda fyri grundstykkið hjá grannanum, ið hevur keypt ov dýrt. Tað kann ongin góðtaka.

Vit stúrdu fyri hesum, tá undanfarni løgmaður boðaði frá, at tunnilsgjøldini ikki fóru at verða avtikin. At har lá ein duld ætlan aftanfyri um at halda fast í gjøldunum fyri at brúka tey til okkurt heilt annað enn tað, tey verða kravd inn fyri. Tann dulda ætlanin gerst minni og minni duld, nú tað nærkast, at aðrar dýrar tunnilsverkætlanir verða tiknar í nýtslu, sum hava torført við at forrenta seg.

Men tað var nakað heilt annað enn tað, vit fingu at vita! Tá Eysturoyartunnilin skuldi samtykkjast, fingu vit øll at vita, at tað var víst sum amen í kirkjuni, at hann kundi fíggja bæði seg sjálvan og Sandoyartunnilin omaná. Politikararnir vóru so vísir í, at Eysturoyartunnilin var so góð ein íløga, at teir tóku hana úr hondunum á teimum privatu og vildu gera hana sjálvir. Men nú ristast teir í brókunum.

Um Eysturoyartunnilin nú vísir seg at vera ein vánalig íløga, so eru fleiri ting, sum kunnu gerast: Landið kann stuðla við at hækka ferðaendurgjaldið fyri undirsjóvartunnilin. Landið kann hækka skrásetingargjaldið á bilar, og lata tað fara til tunnilin. Ella vegskattin. Ella avgjaldið á bensin og diesel. Har eru sera nógvar skrúvur, ið til ber at stilla. Ongin orsøk er at velja ta mest órættvísu loysnina, sum er at turka gjaldið av uppá norðoyingar og vágafólk.

Fyri íbúgvarnar í Norðoyggjum og Vágum er tað nóg ringt, at politikararnir lupu frá sínum lyfti um at gera tunlarnar ókeypis, tá teir vórðu útgoldnir. At gera órættin dupultan við at skrúva gjaldið upp, so tey eisini sleppa at rinda fyri fleiri tunlar afturat, er at stroya salt í sárið, og tað áttu bæði landspolitikarar í Suðuroy og kommunupolitikarar við Skálafjørðin at hildið seg ov góðar til í heila tikið at skotið upp.

At lagt allar tunlarnar saman í eitt felag hevði verið alt annað enn samhaldsfast. Fólkaríkasta økið í landinum hevði nærum verið frítikið frá at goldið nevnivert, meðan útjaðaraøkini afturfyri skuldu goldið dupult ella meira. Ein tílík loysn er bara attraktiv fyri tann, sum sjálvur sleppur undan at gjalda ella at gjalda minni. Rættvís er hon avgjørt ikki, og tey sum mæla til ta loysnina, mæla til órættvísi.

Skal Eysturoyartunnilin ikki fíggjast við brúkaragjaldi einsamøllum, sum hinir báðir undirsjóvartunlarnir, so komið í staðin við eini samhaldsfastari loysn, sum ikki umfatar at leggja enn tyngri byrður á Vágar og Norðoyggjar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Bóndur savnast nú í Hoyvíksgar…
Myndarøð: Traktorriðil til Havnar at mót…
Ein heimsstjørna til Føroya!
Bíblian á føroyskum í sjeytifimm ár
Gjørdist heimskendur av dómarahending
Nýggjur bygningur til Fróðskaparsetrið
Skotiđ viđ Magnus Jørmundsson
Nú kemur umstrídda lógaruppskotið
Pál Weihe í Sandvágs kirkju
Sløkkja ljósini í ein tíma
Hotel Hafnia og Hotel Brandan hava gjørt…
Peningastov­nar gera mismun á fólki
Norðlýsið á gøtuni
Magni Christiansen konsert á Eiði
Nýggj vísindagrein í Ocean Engineering
Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi
Dýrari tunlar enn neyðugt
Magnus Jørmundsson vitjar Skotið
Heilsuhjálpara­felag Føroya
Nær síggjast úrslit av allari ferðing­ini…