Lýsing
Lýsing
Lýsing
Svimjihylurin í Svínoy er frá 1933 og í ringum standi. | Mynd: Facebook-bólkurin "Svínoyingar".

Svimjihylurin í Svínoy má gerast

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.07.2020 - 03:33 Tíðindi

Gamli svimjihylurin úti í Svínoy er í ringum standi. Hann varð gjørdur heilt afturi í millumkrígstíðini, ítøkiliga í 1933, og gongur sostatt móti teimum 90 árunum nú. Tíðarinnar tonn hevur sett síni spor, meira enn so, og í dag er hann illa farin og treingir til átrokandi ábøtur.

Norðlýsið hevur verið í sambandi við lesara, ið vaks upp í Svínoy og nú býr aðrastaðni. Lesarin sigur við blaðið, at tey í mong ár hava ferðast til Svínoynna síðani, og at tey hava havt sera nógva gleði av svimjihylinum har. Hesin lesarin harmast nógv um ringa standin, hylurin er í, og sigur, at tey hava brúkt hann kortini, men nú er tað komið hartil, at tey óttast fyri, at summarið í ár verður tað seinasta, har tey fáa brúkt svimjihylin.

Tað hoyrist – hetta hava vit tó ikki fingið váttað – at Klaksvíkar Kommuna søkir ymiskar grunnar um stuðul til at seta svimjihylin í stand. Hetta átti tó ikki at verið neyðugt, tí talan er um viðlíkahald av slíkum slagi, ið vanliga verður fíggjað við skattakrónum. Hvør kostnaðurin er, vita vit ikki, men tað kann álvaratos ikki kosta alla verðina at viðlíkahalda ein lítlan svimjihyl.

Á einum Facebook-bólki fyri svínoyingar er almannakunngjørt eitt svar uppá fyrispurning, sum stigtakari hevur sett kommununi. Í tí framgongur, at nevndir í kommununi fáa tað til viðgerðar í august og september, og at ætlanin er at fremja neyðugu ábøturnar á hylin í summar ella í heyst. Hetta má so verða í heyst, tá nú nevndirnar ikki fáa tað fyrrenn í september.

So er spurningurin, um tað dregur so langt út, at kommunuvalið í november fer at órógva. Men í løtuni liggur bólturin hjá Klaksvíkar Kommunu, sum í nevndarviðgerðum um 1-2 mánaðir kann roknast við at koma við einum útspæli.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Skjótt at byggja
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið