Lýsing
Lýsing
Lýsing
Corona-virusið fer heilt víst at ávirka forsetavalið í heyst. Men ávirkanin kann fara báðar vegir. | Mynd: France24.

Greining: Corona kann bjarga Trump

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.07.2020 - 16:23 Politikkur

So løgið tað kanska ljóðar, so kann vánaliga støðan í USA vera við til at gera, at sitandi forsetin, Donald Trump, fær enn eitt valskeið í Hvítu Húsunum. Men tað er ikki tí at veljararnir halda, at hann hevur handfarið Corona-kreppuna væl. Orsøkin er ein heilt onnur.

USA hevur ein fólkaræðisligan trupulleika, ið er heilt øðrvísi enn trupulleikarnir í flestu europeisku demokratium. Trupulleikin er tann amerikanska valmentanin, har tað als ikki er nøkur sjálvfylgja, at veljarar í heila tikið fara á val. Til summi forsetaval hevur valluttøkan ligið niðri undir 50% av teimum við valrættaraldri, og tað er sjáldsamt, at valluttøkan kemur upp um 60%.

Ein skemtisøga í USA ljóðar, at ein ektaður amerikanari er ein, sum fegin fer tvørtur um bæði Atlantshavið og Kyrrahavið at berjast fyri fólkaræði, men hann fer ikki tvørtur um vegin bara fyri at atkvøða. Og verður hugt at tølunum, er nakað um hetta. Til seinasta forsetavalið í 2016 vóru 138,8 milliónir amerikanarar á vali, og hetta svarar til 55,7%.

Greinarar eru rættiliga samdir um, at ein lág vallutøka serliga gagnar Republikanska flokkinum. Onkur vil vera við, at demokratarnir sjálvir kunnu gera alt av og hava tí sjálvir skyldina í, at republikanararnir vinna, tá teir vinna. Tí fóru øll á val, vunnu demokratarnir. Somuleiðis er stór semja millum greinarar um, at forsetavalstríðið ikki flytur nevnivert av veljarum millum flokkar. Veljararnir eru ”tribal”, ið vil siga, at teir halda seg til sín flokk og skifta ikki ímillum, eins og vit kanska síggja tað her í Føroyum.

Hetta kann prógvast við at hyggja at valinum til Senatið. Hóast Republikanararnir hava fingið 25 milliónir færri atkvøður enn Demokratarnir seinastu 3 valini, hava teir valdið í Senatinum, og hóast republikanarnir eru í minniluta, hava teir havt Hægstarætt á síni síðu seinastu 50 árini. Fleiri vilja við, at núverandi amerikanska stjórnin er ein minnilutastjórn, og tað gjørdi seg eisini galdandi til forsetavalið í 2016, har núverandi forsetin fekk færri atkvøður enn demokratiska mótvalevnið.

Hyggja vit so at valinum í november í ár, so er nógv sum bendir á, at Coronakreppan ikki verður avhæsað í USA týsdagin 3. november. Í dag er fjórði hvør Coronatilburður í USA. Tað ger, at neyðugt verður fyri valfyriskipararnar at seta tiltøk í verk fyri at avmarka hvussu mong fólk savnast, og royndirnar siga, at har ikki skal nógv til, áðrenn ein amerikanskur veljari setist aftur, og serliga tykist hetta vera galdandi millum demokratisku veljararnar.

Her ynskja republikanarnir munandi strangari reglur og eftirlit við, at alt fer rætt fram. Orsøkin sigst vera, at teir óttast valsvik. Demokratarnir føra hinvegin fram, at republikanararnir bert ynskja hetta, tí teir harvið kunnu avmarka minnilutum í at fara á val. Minnilutum, sum hava torført við at eftirliva bureaukratisk krøv, sum tað eitur seg.

Atfinnarar óttast, at repulikanararnir, ið sum sagt sita á bæði útinnandi og dømandi valdinum, fara at gera so strong átøk í navninum av at vilja fyribyrgja smittu, at fólk fara at setast aftur. Og republikanarnir sjálvir siga, at tað ikki kemur uppá tal at lova meira fjar-atkvøðugreiðslu enn í dag, av tí at tað økir vandan fyri valsviki.

Hvussu er og ikki, so sær tað ikki út til, at Coronakreppan í sær sjálvari hevur ávirkað møguleikarnar hjá Donald Trump í at verða afturvaldur. Hann upplivdi eitt kvink niðureftir, helst vegna sína handfaring av kreppuni, men undirtøkan var bert lág í stutta tíð. Í løtuni er undirtøkan fyri Donald Trump sum forseta tann sama, sum hon vanliga er, ið liggur millum 40% og umleið 45%.

Sita nógvir amerikanarar heima, tað verði seg vegna smittuvanda, bureaukratiskar forðingar ella hvat tað nú skal vera, kann tað lættliga vísa seg at vera avgerandi fyri, at sitandi forsetin fær síni tiltiknu ”four more years”.

 

 

 

Keldur:

https://www.ecfr.eu/article/commentary_the_corona_election_how_trump_might_use_the_pandemic_to_win

https://www.politico.com/news/magazine/2020/02/06/rachel-bitecofer-profile-election-forecasting-new-theory-108944

https://en.wikipedia.org/wiki/2018_United_States_Senate_elections

https://newrepublic.com/article/156855/republican-party-took-supreme-court

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
KÍ kvinnur - Skála (7-0)