Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á ólavsøku í fjør varð løgtingsval útskrivað, og nýggja samgongan hevur nú sitið sína fyrstu tingsetu. Nú á ólavsøku ger løgmaður fyri fyrstu ferð status og setir út í kortið | Mynd: Jóhann Lützen

Fyrsta tingsetan hjá ABH av – hvat er komið burturúr?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.07.2020 - 15:25 Leiðarin Politikkur Vinna

Tað er ein óskrivað regla í politikki, at fyri at vera afturvald skal ein samgonga fáa øll síni mál ígjøgnum í fyrra helmingi av valskeiðinum. Í øllum førum skulu allar tær ópopuléru avgerðirnar verða tiknar fyrstu tvey árini, og tvey tey seinnu árini skulu so snúgva seg um implementering, t.e. at fáa politikkin at virka. Nú fer ABH-samgongan inn í sína 2. tingsetu, og vit hava hugt at, hvat hon hevur rokkið.

Fólkaflokkurin hevur raðfest eitt mál hægri enn onnur. Tað heilt stóra vallyftið hjá honum, ið var at gera eina nýggja sjófeingislóg, er rokkið. Tað var eisini fyrst og fremst tað málið, flokkurin varð valdur uppá. Men av øðrum lyftum teljast tunlar Norður um Fjall, at skattatrýstið skuldi lækka til 30%, at bummgjaldið í Vágatunlinum skuldi avtakast, og at pensionistar skuldu fáa 2.000 kr. meira at liva fyri. Av hesum er onki rokkið enn, hóast ávís gongd nú sær út til at vera í málinum um tunlar Norður um Fjall.

Tað er lítið sannlíkt, at skattatrýstið fer at lækka, eins og tað sær fjart út, at tað verður ókeypis at koyra í undirsjóvartunlunum. Fíggjarstøðan er ikki góð, fyrst og fremst vegna Coronasmittuna. Hugsast kann, at Jørgen Niclasen fer at siga, at hann forðaði fyri at undirsjóvartunlarnir vórðu lagdir í eitt felag hóast trýstur til tað, og at tað so skal gera tað út fyri, at teir ikki verða ókeypis. Viðvíkjandi pensionistunum er støðan tann, at teir hava fingið nakrar hundrað krónur meira at liva fyri, men langt frá tí, teimum varð lovað.

Tað er Sambandsflokkurin, sum lovaði pensionistunum 580 krónur meira um mánaðin, og tað sær út til at vera eydnast. Eisini er gongd í lyftinum um CPR-nummur til føroyingar, og har sær eitt útspæl út til at koma í heyst. Men stóra vallyftið um viðgerðartrygd innanfyri 30 dagar sær út til at at hava langar útsiktir. Higartil er tað einans blivið til, at bíðilistarnir verða almannakunngjørdir, ikki styttir.

Um vit verða verandi innanfyri eldraøkið, so vóru tvey vallyfti, at arbeiðandi pensionistar ikki skulu mótroknast, eins og at Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin skuldi gerast skattafríur. Hvørki av hesum lyftum er hildið, og onki røkist heldur fyri, at tey fara at verða tað. Í øllum førum er onki frammi um hesi bæði málini, og gongd sær heldur ikki út til at vera í teimum.

Miðflokkurin er tann flokkurin, ið hevur fingið minst burturúr av sínum politikki. Hann legði bragdliga til brots við at lova ein almennan bústaðarbanka, hann skuldi rulla hjúnabandslógina aftur, hann fekk sendistovu í Ísrael við í samgonguskjalið, men legði doyin á, at hon skuldi vera í Jerusalem, og onki av hesum er rokkið enn. Bústaðarbankanum er undirtøka ikki fyri í restini av samgonguni, og hóast Fólkaflokkurin, ella í øllum førum partar av honum, stuðlaði Miðflokkinum í at rulla hjúnabandslógina aftur, setti Sambandsflokkurin føtur í spenni her og noktaði. Málið er nú slept.

Fyri at halda uppá Miðflokkin er Sambandsflokkurin gingin við til eina sendistovu í Ísrael, men hendan verður í Tel Aviv. Her er Miðflokkurin so partvís settur uppá pláss, men fær eisini partvís sín vilja – eitt kompromis. Flokkurin gjørdi seg eisini óheppið bemerktan í vár við at hava eina óvanliga vánaliga ”timing”, har hann fór í tingið við einum máli um pornografi, júst tá Coronakreppan byrjaði.

Hyggja vit at samgonguni við Norðoya-brillum, so hevur ABH-samgongan verið sera góð fyri fiskivinnuna í Norðoyggjum. Lyftið um at avtaka fiskivinnunýskipanina hjá undanfarnu samgonguni er hildið fult og heilt, og reiðaríini í Norðoyggjum síggja so bjart uppá tað, at tey hava gjørt, ella fara at gera, íløgur fyri omanfyri eina milliard. Sami tendensur sæst í Eysturoynni. So á fiskivinnuøkinum hevur samgongan havt hepna hond.

Á øðrum økjum letur tað ikki til, at landsstýrissamgongan hevur havt nakran skund, og tá ein hugsar um, at Norðoyggjar eiga 4 tingfólk og eitt landsstýrisfólk, so er ov lítið komið burturúr enn. Tunlarnir Norður um Fjall eru nústani farnir til undangóðkenningar, og enn vita vit ikki, hvør linjuføringin verður. Húsarhaldsskúlanum er gongd í, men har er eisini rumbul íkomið um staðsetingina. Og ókeypis ferðsla í undirsjóvartunlunum sær ikki út til at blíva til nakað.

Samanumtikið hevur hendan samgongan klárað seg miðalvæl, kanska eitt vet omanfyri miðal. Tað er serliga tað fiskivinnupolitiska, sum hevur hepnast, og fyri Norðoyggjar, har fiskivinnan hevur næstan alt at siga, er tað gleðiligt. Men á øðrum økjum hevur samgongan annaðhvørt ikki leverað (enn?) ella hevur bert leverað eina lunkaða millumvøru.

Var samgongan uppi til próvtøku, hevði hon helst fingið eitt 7-tal.

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…