Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mercedis tryggjar inntøku og lønarískoyti

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  11.08.2020 - 16:55 Politikkur Tíðindaskriv

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur borið Løgtinginum tvey lógaruppskot, sum fara at tryggja inntøku til tey, sum eru smittað við COVID-19 ella sett í sóttarhald. Eisini fólkapensjonistar, sum eru fyri inntøkumissi orsakað av støðuni við COVID-19, kunnu fáa lønarískoyti.

Við uppskotunum verða skipanirnar, sum vóru galdandi í sambandi við fyrru smittubylgjuna, aftur settar í gildi. Tað merkir, at persónar á arbeiðsmarknaðinum, sum eru smittaðir við COVID-19 ella settir í sóttarhald, verða fevndir av dagpeningaskipanini hjá Almannaverkinum. Í praksis verður tað skipað soleiðis, at hann, sum undir vanligum umstøðum ikki hevur rætt til løn undir sjúku, fær dagpening frá Almannaverkinum.

Arbeiðsgevarar, sum hava útreiðslur til starvsfólk, sum eru smittað ella sett í sóttarhald vegna COVID-19, fáa lønarútreiðsluna endurrindaða frá Almannaverkinum. Eisini arbeiðandi fólkapensjonistar verða fevndir av hesum skipanum.

Skipanin við lønarískoyti til fólkapensjonistar verður aftur sett í gildi. Talan er um fólkapensjonistar, sum eru heimsendir ella hava inntøkumiss, tí virksemið er minkað orsakað av COVID-19.

Tey, sum longu hava verið fyri inntøkumissi, fara eisini at fáa rætt til fíggjarligan stuðul fyri mistu inntøkuna, tí lógin fer at virka afturvirkandi frá 1. juli 2020.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…