Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvar er langtíðarætlanin?

SKRIVAÐ: Tjóðveldi  |  14.08.2020 - 16:24 Politikkur Tíðindaskriv

Tað skal løgmaður svara uppá í fyrispurningi frá Kristinu Háfoss um korona-langtíðarætlan. Higartil hevur landsstýrið nýtt tíðindafundir frá degi til dags, at fráboða, hvussu vit skulu bera okkum at og hvussu farið verður fram.

Enn hava vit ikki hoyrt, hvør langtíðarætlanin er, ella um nøkur langtíðarætlan yvirhøvur er gjørd. Høvdu vit havt eina strategi við ymsum stigum, so høvdu vit vitað, hvørji tiltøk og krøv verða sett í verk tá t.d. 1, 10, 50 ella 100 fólk hava fingið staðfest sjúkuna. Tað hevði skapt størri tryggleika, enn verandi støða ger.

So høvdu fólk vitað hvussu tey skulu bera seg at, og hvat kann vera í væntu í t.d. heilsuverkinum, skúlaverkinum, á eldraøkinum, bústovnum og dagstovnum. Eisini høvdu øll, bæði arbeiðsgevarar og løntakarar, verið nógv betri fyrireikaðir.

Løgmaður skal eisini svara, hví landsstýrið ikki hevur valt at uppraðfesta Heilsufrøðiligu Starvsstovuna við fólki og útgerð, nú tørvurin er øktur mundandi. Hví landsstýrið ikki hevur biðið  Løgtingið um heimild, at taka gjøld fyri koronakanningar frá ferðafólki. Hví ferðafólk bert skuldu kannast eina ferð. Og hví landsstýrið hevur frávalt at taka ábyrgd av okkara egnu landamørkum, so vit kunnu seta egin krøv til okkara ferðandi og hvar tey kunnu koma frá.

 

Tjóðveldi

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG