Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aftursvar til Tjóðveldi

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur  |  14.08.2020 - 22:18 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Henda samgongan, borgarliga samgongan, hevur frá fyrsta degi, tikið ábyrgd og handla, soleiðis at okkara arbeiðandi fjøld, bæði tey yngri enn 67 ár og arbeiðandi fólkapenjónistar eru tryggja fíggjarliga, um tey eru rakt av korona ella eru noydd til at fara á sótttarhhald.
 
Og gjørdi eg eisini løgtinginum púra greitt í gjár,  at hesara lógirnar eg hevði borið í Løgtingið,  er galdandi frá 1. juli og fram til 31. august. So øll, sum sita í sóttarhald til tá, eru tryggjaði. Vit vita øll, at hetta  við corona er ein umskiftilig støða har umstøðurnar broytast allatíðina, Og sjálvandi eri eg  til reiðar at koma við nýggjum átøkum eftir 31. august, um tað verður neyðugt. Støðan í tinginum í gjár vísti jú púra greitt, at tað ber til  at bera skjótt at, og at Løgtingið stendur saman.
 
Í hesi støðuni stremba vit øll eftir tí sama málinum, nevniliga, at persónliga vælferðin hjá føroyingum skal ávirkast minst møguligt og at vit kunnu varðveita eitt sterkt vinnulív.
 
Sirið Stenberg úr Tjóðveldi vísti í samrøðu við útvarpið á middegi á , at lógaruppskotið,   ikki var nóg væl arbeitt ígjøgnum.   Her skal sigast, at fleiri av viðurskiftunum, sum Tjóðveldi vísti á, fella uttanfyri hetta lógaruppskotið, t.d. kommunala barnaansing og at starvsfólk vera send heim vegna minkandi virksemi.

Dagstovnaøkið er málsøki hjá landsstýrismanninum í mentamálum og kommunurnar vara av økinum og eigur málið tí at vera tikið upp í tí sambandi.
 
Um virksemið er minkað og fólk tí vera send heim, so er hetta eitt arbeiðsmarknaðarmál ella spurningur, um hesi skulu hava rætt til útgjald úr ALS. Eg haldi tí at støðan eigur at vera umrødd millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum heldur enn við landsstýriskvinnuna í almannamálum.
 
Haldi  tað er ódámligt, av einum flokkið at leypa ótta á fólk við at siga hvussu ræðuligt hetta landsstýri er. Vit, sum hava tryggjað tey sum eru rakt av covid-19, fyritøkum, arbeiðsfólkum og fólkapenjónistum.
 
Lat okkum standa saman í hesum tíðum heldur enn at sáa óneyðugan ótta á fólki. Er tað nakað vit hava brúk fyri í hesum døgnum, so er tað styrkin í samanhaldi og støðufesti.
 
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Landsstýriskvinna

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…
Politisk niðurraðfesting av barnavernd
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…