Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tekniskur fundur í Klaksvík í løtuni

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  21.08.2020 - 10:19 Ítrottur Tíðindi

Í Klaksvík verður alt fyrireikað sum um at dystur verður leiktur í kvøld. Men fyrireikingarnar eru annars heilt óvanligar, tí støðan er so óviss bara fáar tímar undan dystarbyrjan. 

 

Kl. 10.00 fóru umboð fyri KÍ, Slovan Bratislava og UEFA á tekniskan fund í Klaksvík, sum vanligt er á dystardegnum.

So leingi sum eingi boð eru komin, so er framvegis galdandi, at dysturin verður kl. 17.00 í dag. Men Norðlýsið skrivaði fyrr í morgun, at ein leikari hjá Slovan Bratislava var kannaður positivur fyri koronu í gjár. Landslæknin sigur við Norðlýsið, at tað ganga 2-3 tímar áðrenn nøkur útmelding kemur og aðrar keldur hjá Norðlýsinum siga, at ein niðurstøða fyriliggur kl. 12.00.

 

Eitt er, at ein leikari møguliga hevur fingið staðfest smittuna, um nýggja royndin vísir tað sama. Nakað annað er, at virkin smitta hevur verið í hópinum líka síðani leygardagin(fýra fólk eru higartil staðfest við koronu) og at leikarar eru við á ferðini, sum spældu dystin leygardagin, har mótstøðuliðið í Slovakia bleiv koyrt í sóttarhald og heimliga kappingin steðgað.

 

Norðlýsið fylgir gongdini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld