Lýsing
Lýsing
Lýsing

Grind?

SKRIVAÐ: Jákup Petersen, Klaksvík  |  31.08.2020 - 16:03 Lesarabrøv Mentan

Ja- so skal málið enn einaferð upp at venda. Hví skulu vit drepa grind? Hinvegin kunnu vit eisini spyrja hví skulu vit drepa høsnarungar, grísar, kyr, seyð, fisk, fugl o.s.fr.

Grindadráp er elligamalt og hevur verið til stórt gagn fyri føroyingar øld eftir øld. Men so var tað kyksilvurið og børn. Eingin kann við samvitsku halda fast um, at tað lítla vit nú á døgum eta av grind er nakar vandi fyri okkum vaksnu – men so var tað ófødda barnið.

Meginparturin av tí kyksilvuri vit fáa í okkum kemur frá grønmeti. Skullu vit halda uppat at eta grønmeti? Alkohol er skaðilig fyri ófødda barnið – skulu vit halda uppat at drekka brennivín ? Royking er skaðilig fyri ófødda barnið – skuluvit halda uppat við tí?

Tunfiskur á hillunum í matvøruhandli inniheldur kyksilvur og er sostatt skaðiligt fyri ófødda barnið. Kalvi hevur kyksilvur í sær – skulu vit halda uppat at eta fisk? Og skulu vit draga tað hart so skuldið ongin búð her í Føroyum orsaka av tí stóru bakgrundstrálingini sum er serliga  skaðilig fyri tað ófødda barnið

So nógvir spurningar – tað er neyðugt við stovni sum kann gera eina umfatandi niðurstøðu til gagns fyri føroya fólk. Og tað hava vit í verunleikanum. Vit hava m.a. Umhvørvisstovan.

Einstakir felagsskapir og persónar hava egoistiskar/búskaparligar orsøkir at verja seg sjálvi og tí ikki skikkaðið at koma við almennum tilmælum.

So er tað hin síðan -  Vit oyða grindahvalin.

Her eru granskara á einum máli. Tað er dálkingin sum kemur at oyða grindahvalin. Ikki tað lítla vit taka árliga.

So tað er bert at siga við teir persónar, flokkar og terror felagsskapi sum koma higar fyri at læra okkum eitt og hvat. Far heim aftur til títt egna land at berjast móti dálkingina sum tit hava skapt og spreiða um allan heim. Og haldið uppat at gera dálkingina enn verri við at flúgva og sigla til Føroyar.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Niðristovugarðu­rin í Varpinum!
Ongir Oyggja­leikir í Klaksvík
Patrik Johannesen: Vit skulu brúka somu…
Ferðslan á summar­festivali­num 2025
Býarbussu­rin koyrir ikki festivalvikuna
Fjølmentan­arfamiljulegan vendur aftur
SF: Tað er nakað heilt serligt
200 campingvog­nar koma á Summar­festivali…
Video: Brimheim fær íblástur úr Føroyum
SF: Vit verða líka kløkkir hvørjaferð
Kári Sverrisson heingir eitt ljótt, ljót…
Nakrar málsligar eygleiðingar
Nú nærkast – ein av teimum allarstørstu…
Úrslitini hjá KÍ á Tórsvølli eru góð
Brúka sendistovuna í Tel Aviv meira, Ing…
Stewart Brothers í Gamla Seglhúsinum
SF: Fólk skulu kenna seg aftur í sangunu…
Jákup Eli Østerø talar í Betesda sunnukv…
Her ber til at keypa atgongumerki til st…
Fyri líttlari løtu síðani vunnu Osla og…