Lýsing
Lýsing
Lýsing
eldri mynd

Heystið byrjar av álvara nú leygardagin

SKRIVAÐ: Staksnevndin  |  14.09.2020 - 13:33 Mentan Tíðindi

Staksdagurin verður í Tjørnuvík leygardagin 19. September

Staksdagurin í Tjørnuvík hevur verið ein partur av mentanardøgunum hjá Sunda kommunu. Mentanardagarnir eru sum kunnugt avlýstir orsaka av Covid 19, hetta er tó ikki galdandi fyri Staksdagin.

Leygardagin 19. September verður farið út á Stakkin eftir seyði. Hetta er ein sermerktur dagur í bygdini og samstundis er hetta byrjanin uppá heystfjøllini í Tjørnuvík.

Í ár eru 13 seyðir at taka, 2 veðrar, 4 ær og 7 lomb.  

Kostnaðurin fyri túrin er 100 krónur, og tað er avmarkað luttøka. Hetta er eisini ein lutaseðil uppá eitt feskt  tjógv av Stakkinum, lutaseðlarnir verða trektir  undir uppboðssøluni.

Tá komið er aftur til bygdina bjóðar Stakksnevndin súpan til fjallfólkið. Síðan verða 4 seyðir flettir og síðan sundurlimaðir, hesir verða seldir í stykkjum á uppboðssøluni, sum byrjar klokkan 17.00.

Um ein ætlar at keypa sær ein livandi seyð, er eisini møguleiki at fáa seyðin flettan, har eru fleiri menn, sum standa klárir at fletta eftir uppboðssøluna.

Bygdarhúsið skipar eisini fyri ymiskum, eitt nú verður tombola  aftaná uppboðssøluna.

Allur dagurin verður sjálvandi merktur av  Covid 19,  leiðreglar um frástøðu vera sjálvandi hildnir.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Theresa vitjar Norðlýsið
Endur­nýtslan er stongd leygar­dagin
Norð­oyastevnucafé í Varpinum
Vælkomin Aksel Bendtsen !
Team Klaksvík er umboðað á U16-landsliðn…
Framsýning við Arnold Vegghamar í Varpin…
Her er startrøðin til kappróðu­rin á Norð…
Norð­oyastevna: Livandi framsýning av før…
VIDEO: Góð mál frá 1/­3 av lands­kappingin…
Magnus Powell hevur nú 50 dystir uttan t…
Omanlop millum Hiplingardal og Góðadal
Tríggir ferðaleiðarar tiknir
Summarskeið í para-judo gevur børnum try…
Posta gevur út nýggj frímerki – frá segl…
Norðstrok: Kom við felagstúr
Aftur í 1956
Fosturforeldra­felagið á ferð: Hvussu fáa…
Grindamanna­felagið fegnast
Føroysk lúsadata í heimsflokki
Búnaðarstovan vertur fyri norð­urlendskar…