Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt tilboð - Rørslutiltak í Klaksvík byrjar 1. oktober

SKRIVAÐ: Krabbameinsfelagið  |  16.09.2020 - 11:45 Ítrottur Tíðindaskriv

Nú verður farið undir nýtt rørslutilboð í Klaksvík, fyri folk við krabbamein. Tað er Krabbameinsfelagið í samstarvi við Klaksvíkar kommunu, ið skipar fyri tilboðnum, við stuðli frá kommununum í Norðoyggjum.

Vit byrja hóskvøldið 1. oktober kl. 19.00 – 20.00 í  fimleikahøll2/norðurhøll á Skúlatrøð

Rørslutiltakið er fyri øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi. Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión.

Krabbamein rakar ikki bert tann sjúka, men alla familjuna. Tí er tilboðið skipa soleiðis, at  familjan hevur møguleika at vera við og har tey kunnu vera saman um at venja. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.

 

Tað er ókeypis at luttaka!

Rørsla og styrkivenjing hevur stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at gerast frísk/ur, samstundis, sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.

Venjari er Jóngerð Biskupstøð, fysioterapeutur.  Vant verður hóskvøld kl. 19.00 – 20.00 í  fimleikahøll2/norðurhøll á Skúlatrøð.

Tilmelding á telefon 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo

Um tú vilt hoyra nærri um rørslutilboðið ella hevur tú spurningar til onnur tilboð hjá Krabbameinsfelagnum, kanst tú eisini seta teg í samband við okkum við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG