Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Telepvarpið (Skíggjamynd)

Trupulleikarnir hjá KÍ í Trongisvági hildu fram

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  19.09.2020 - 16:44 Ítrottur Tíðindi

KÍ bleiv fyrsta topp 4 liðið í ár, sum misti stig móti einum botn 5 liði.

KÍ hevur seinnu árini havt tað torført móti TB og TB/FCS/Royn í Trongisvági. Í ár hevði KÍ tað eisini torført á heimavølli móti aldursforsetanum. Í 2017 spældi KÍ 0-0 javnleik í Trongisvági, í 2018 bleiv KÍ útsligið í steypakappingini í Trongisvági og í 2019 tapti KÍ í Trongisvági. Ongantíð síðani 2012 hevur KÍ vunnið við meir enn einum máli í Trongisvági. Søgan endurtók seg í dag.

 

Fingu ikki hol á

Í Norðlýsinum fríggjadagin var hesin dysturin mettur sum ein av teimum fýra stóru forðingunum móti at fáa eina FM-finalu í síðsta umfarinum. Og hetta bleiv eisini sum væntað. KÍ hevði stóra yvirvág í spæli nærum allan dystin, men hevði torført við at koma til stórar málmøguleikar. Í fyrra hálvleiki vóru Jóannes K. Danielsen og Deni Pavlovic nær við, men trupulleikin gjøgnum dystin var, at eingin rakti málið.

Í seinna hálvleiki vaks vindurin, ið hevði stóra ávirkan á spælið. KÍ-leikararnir stríddust væl allan dystin, men dugdu illa at brúka vindin serliga tá innlegg og langar sendingar skuldu brúkast. Bólturin fór ofta út til innkast. Í seinna hálvleiki høvdu Páll A. Klettskarð, Jesper Brinck og Deni Pavlovic møguleikar, men eingin rakti málið. TB hevði eina vandamikla málroynd í dystinum, tá langskot fór uppum í seinna hálvleiki. TB-liðið stríddist óført allan dystin og var væl skipað í verjupartinum.

 

Odmar álvarsliga skaddur

At hetta var ein ringur dagar hjá KÍ bleiv enn meira staðfest, tá Odmar Færø fór út á børu. Ein stórur smeitur, tí at síggja til er lítið sum bendur á, at hann verður tøkur til Europa League dystin hóskvøldið. 

 


KÍ skal nú hava hjálp fyri at fáa FM-finalu

Tað er sannlíkt, at hesin javnleikurin kann fara at vera munurin á, um KÍ fær eina FM-finalu ella ikki á síðsta leikdegi. Hyggja vit eftir skránni hjá HB, so verður HB FM-vinnari áðrenn síðsta umfar, um rákið frá kappingarárinum higartil heldur fram, har HB hevur vunnið allar heimadystirnar uttan móti KÍ og vunnið allar dystirnar móti botn 6. KÍ hevur ikki avrikað væl síðani sigurin á HB, men hevur hósdagin eina stóra uppgávu í Europa League móti Dinamo Tbilisi. Eftir dagsins úrslit er tað fyrst og fremst dystin um silvurið, ið gevur síðsta Europa League plássið í landskappingini, umframt Europa League, sum KÍ hevur at stríðast fyri, nú FM-møguleikin kanska endaliga fór í dag.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrsti tingfundur hesa valsetuna
Hvørja vinnuliga framtíð ynskja vit í No…
Skulu hava tamarhald á dystinum
Formansrøðan hjá Sirið Stenberg á flokst…
MEST: - Fasttrack skipanin hevur stórt v…
Tjóðarbygging arbeiðarans
Veðrið í vikuni
Løgmaður: - Barna­frádráttu­rin verður hæk…
Aðalfundur hjá Bláa Krossi
Verða Magn og Effo non-profit ella fái e…
Minni Bakkafrost, meira Føroyar!
Samgonguskjal við nýggjum og spennandi m…
- Sjálvandi skulu vit fara undir oljulei…
Heimskend jazz-trio vitjar Varpið í dag!
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
MAP vinnur arkitektakapping um nýggjan Í…
KÍ-toppskjúttin spælir ikki aftur hetta…
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ fekk gongd…
Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið…
Fíggjarmála­ráð­har­rin: - Samgonguskjalið…