Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hetta sigur Odmar Færø um skaðan

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  19.09.2020 - 23:23 Ítrottur Tíðindi

Odmar Færø fór út á børu í dystinum í Trongisvági móti TB.

Odmar hevur verið ein lyklaleikari hjá KÍ í ár. Í sínum 18 landskappingardystum hevur KÍ bara latið 12 mál ígjøgnum. Í síðstu 8 dystunum er bara eitt mál farið ígjøgnum. Tí er tað ein smeitur fyri KÍ, um landsliðsleikarin í miðverjuni nú má sita uttanfyri.
- Knæið er hovið og er stívnað nú, so eg havi rættiligani nógva pínu enn. Tað hendi, tá ein leikari hjá TB kastaði seg í eina málroynd inni í okkara felti, og eg stóð stillur og vardi fyri, so hann fór sendandi inn í meg, og eg stóð eitt sindur fastur í vøllinum og fekk ikki flutt meg. Vit mugu meta um støðuna og hvussu tað er í morgin, so bara taka tað sum tað kemur, sigur Odmar Færø við Norðlýsið í kvøld.

Sostatt bendur kanska mest á, at Odmar ikki verður við til Europa League dystin móti Dinamo Tbilisi hóskvøldið, tó at leikarin sjálvur ikki enn vil avskriva tað. Frammanundan er greitt, at Abubakar Ibrahim Aliyu ikki verður partur av hópinum hjá KÍ, fyribils í 14 dagar. Sum Norðlýsið skilir, so er tað vegna disiplin trupulleikar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón