Lýsing
Lýsing
Lýsing
Annika S. Biskopstø umrøðir í hesi greinini týdningin av einum húsarhaldsskúla | Mynd: Egin mynd.

Týdning at byggja brýr

SKRIVAÐ: Annika S. Biskopstø, fyrrverandi húsarhaldsskúlanæmingur  |  24.09.2020 - 15:02 Lesarabrøv Mentan Tíðindi

Røddir hava verið frammi um, at nýggi húsarhaldsskúlin ikki má staðsetast í miðbýnum, hóast fyriliggjandi tekningar og býarsamskipanin leggur upp til hetta. Eg haldi, at tað onkursvegna er spell, nú vit eru so nær. Men eg eri púra samd í, at byggingin av nýggja skúlanum skal gerast við skili og við estetiskum fyrilitum, og mín vón er, at nýggi húsarhaldsskúlin verður væl flættaður saman við prýðiliga og søgukenda Nólsoyar Páls húsinum øðrumegin og Biskupsstorginum hinumegin.

Húsarhaldsskúlin er ein perla fyri býin og hevur stórt søguligt virði. Loksins hava vit høvi at geva skúlanum gætur, eitt gott pláss og teir karmar, hann hevur uppborið. Skúlin húsar, sum nú er, 21 ungum næmingum vetrarhálvuna og hevur eina ørgrynnu av skeiðsvirksemi og áhugaverdum fyrilestrum ígjøgnum várhálvuna, har fólk koma úr øllum landinum at seyma, binda, brodera og kostsamanseta. Tilgerð av føroyskum klæðum og annað eyðkennir eisini skúlan. Eg meti, at virksemið, sum húsarhaldsskúlin fremur, leggur upp til lív og kann nettupp vera lykilin til at skapa rætta dynamikkin, sum eyðkennir ein livandi bý.

“Eg meti, at virksemið, sum húsarhaldsskúlin fremur, leggur upp til lív og kann nettupp vera lykilin til at skapa rætta dynamikkin, sum eyðkennir ein livandi bý.

Atfinningarnar um, at ein skúli ikki hoyrir heima í einum miðbýi, eri eg ósamd í. Skúlar hava, eins og kirkjurnar í landinum, altíð staðið væl miðskeiðis í føroysku bygdini. Ein av Føroya størstu fólkaskúlum stendur eisini nývígdur, einans 200 metrar frá økinum, har húsarhaldsskúlin eftir ætlan skal staðsetast. Ein skúli klæðir væl føroyska miðbýnum, eisini tí at skúlavirksemið hvørki dálkar ellar larmar, men dregur nógv fólk til sín. Fólk, sum skapa lív rundanum seg og stimbra alskyns handilsvirksemi. Eisini verður húsarhaldsskúlin dagliga brúktur av ungum næmingum, sum ikki hava órímilig parkeringskrøv, sum annars plágar skynsama býarmenning kring landið. Tí er tað lætt at ímynda sær, at nýggi bygningurin kann gerast ein natúrligur partur av einum meira tættbygdum og menniskjavinarligum øki, sum førkar seg frá asfalteraðu víddunum, vit síggja í dag. At sjónliggera ein bygning, sum varpar ljós á meira feminin virðir, er eisini tiltrongt í einum býi, har vinnuøkir og skipaflotin frammanundan fylla nógv í almenna rúminum.

”At sjónliggera ein bygning, sum varpar ljós á meira feminin virðir, er eisini tiltrongt í einum býi, har vinnuøkir og skipaflotin frammanundan fylla nógv í almenna rúminum.

Kunnleiki og vitan innan mat, handverk og list hevur alt ov leingi verið undirmett, men er kortini ein týdningarmikil mentanarberi og hevur somuleiðis altíð verið – og er tað framvegis - ein slóð inn í framtíðina á fleiri økjum. Føroyingar hava til dømis víst í verki, at vit elska at binda, tað er sjón fyri søgn í “facebook bindiklubbanum”, har omanfyri 15.000 limir eru í. Somuleiðis eru føroysk bindimynstur vorðin ikonisk og eftirspurd innan mótavinnuna uttanlands. Men søguliga hevur tað havt týdning, at onkur hevur evnað og hildið lív í uppskriftunum.

Føroyski maturin er eisini í heimsflokki í dag. Eldhugað fakfólk og vanlig húsarhald eru meir enn nakrantíð farin at dyrka hendan partin – nú er talan um slow-food og ikki fast-food. Aftur her hava undangongufólk víst veg innan matmøguleikarnar, sum vit í dag listarliga og skilagott kunnu útbyggja í tíðarandanum. Sálarliga hevur tað eisini týdning fyri menniskjað at vera hugbundin, skapandi og síggja úrslit, og júst hesi hugtøk eru øll virkin, tá talan er um húsarhaldsyrkið, og hava somuleiðis týdning í einum heimi, har alsamt fleiri gerast strongd og tunglynt. Innan ferðavinnuøkið, sum hevur verið í vøkstri seinastu árini, meti eg eisini, at tað hevur týdning, at vit klaksvíkingar megna at síggja virði í og fagna føroyska húsarhaldinum. Talan er eftir mínum tykki um eitt dygdar øki, vit ikki í nóg stóran mun hava givið gætur, men sum kortini hevur givið okkum so nógv og kanska nettupp er framtíðin? 

“Sálarliga hevur tað eisini týdning fyri menniskjað at vera hugbundin, skapandi og síggja úrslit, og júst hesi hugtøk eru øll virkin, tá talan er um húsarhaldsyrkið, og hava somuleiðis týdning í einum heimi, har alsamt fleiri gerast strongd og tunglynt.

Eg haldi tískil, at tað hevði verið ein góð avgerð at staðsett Húsarhaldsskúla Føroya í miðbýnum, sum eitt av okkara snúningpunktum. Bæði tí, at skúlin umboðar nakað serføroyskt, við eini rúgvu av mentan og list sum ganga hond í hond, umframt at tað søguliga stendur sum eitt sterk ískoyti til fiskivinnuna og alla íverksetanina, sum Klaksvík hevur umboðað og fingið at blóma ígjøgnum fleiri ættarlið.

“vit skulu neyvan vera so bangin fyri at byggja tætt ella litfagurt – tað eru oftast teir hugnaligastu býlingarnir – men rætt og estestiskt skal tað gerast

Men tað skal sjálvandi gerast við røttu atlitum til vakra og møguleikaríka økið íkring. Eg haldi, at tað hevur týdning, at vit byggja brýr millum áhugaøkini, og vit skulu neyvan vera so bangin fyri at byggja tætt ella litfagurt – tað eru oftast teir hugnaligastu býlingarnir – men rætt og estestiskt skal tað gerast og kanska enntá við veltum, hugnaligum gøtum og øðrum meiningsfullum og lívgandi virksemi íkring.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB