Lýsing
Lýsing
Lýsing

Handað borgarunum 20.000 trøð og runnar í 20 ár

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  25.09.2020 - 15:59 Mentan Tíðindi

Í sambandi við at Klaksvíkar Kommuna einaferð enn fer at flýggja borgarunum ókeypis trøð og runnar at gróðurseta, hevur Norðlýsið hitt býargartnaran Hans Hjalta Skaal. Vit hittu hann úti í Grøv í sera vælumtóktu náttúruperluni, ið er skapt har, síðani Klaksvíkar Býráð samtykti at økið skuldi brúkast til at gróðurseta trøð.

Tá vit spyrja Hans Hjalta um hvussu nógv trøð og runnar hann hevur útflýggjað, sigur hann: Eg havi nú verið í starvi sum býargartnari í Klaksvík í 22 ár. Eg haldi at tað eru um 15 ár síðani, at Jógvan Lützen, sáli, fekk skipa so fyri, at okkara býráð á hvørjum ári skuldi geva borgarunum ókeypis pakka við trøðum og runnum til gróðursetan.


Eitt gott boð
Tað er ymist hvussu nógv hevur verið í pakkunum tey ymisku árini, so tað er ilt at siga heilt neyvt hvussu nógv tey eru í tali, sum útflýggjað eru. Eg ivist tó onga løtu í, at eitt tal sum eitur 20.000 er eitt gott boð.


Kunning við pakkunum

Við pakkunum, sum útflýggjaðir hava verið, hava vit eisini roynt at givið fólki eitt sindur av kunning um tey ymisku sløgini, sum eru í pakkanum. Har sæst millum annað, hvat trøðini kunnu brúkast til. Summi eru tað vit nevna “pionertrøð”, tað eru slík, sum tola væl at standa í opnum lendi fyri nógvum vindi, ímeðan onnur eru, sum eru meira følin og skulu hava lívd har tey verða plantað.


Plantar tú tætt fært tú lívd
Fólk spyrja eitt nú um, hvussu langt skal vera ímillum tey ymisku trøðini. Har er at hava í huga, at tað ger einki, um trøð verða gróðursett nokk so tøtt, tí tað ber væl til at flyta trøð við góðum úrslitið. Plantar tú tætt, so fáa tey kanska lívd frá hvørjum øðrum í byrjanini. Ein kann so hava eyguni við hvussu tey trívast og so flyta tey, tá tey eru komin longur upp.

Ber til at flyta trøð
Eg plagi at siga, at tað ber væl til at flyta trøð og runnar, ið eru minni enn ein manshædd. Men at flyta gomul trøð er ikki altíð lukkan. Tað er mangan so at um tú flytur gomul stór trøð, at so fært tú tey at trívast, men ofta ber illa til at fáa tey at festa seg aftur, tí detta tey mangan tá ódnirnar leika um veturin.


Trøð tola eisini slitvind

Tá tú gróðursetur á nýggjum lendi, so er umráðandi at tú skapar lívd fyri meira sarta vøkstrinum. Vit hava nøkur trøð, sum tola væl slitvind og tey eru góð at seta upp fyri ættirnar.


Hví rósur úti í Grøv
Nú vit ganga her í úti í grøv spyrjið eg Hans Hjalta, hví nógvir rósinrunnar hava at gera í eini “skógarlund”. - Jú, sigur hann. Tað er nevniliga so, at onkustaðni, har lendið er uppfylt, eitt nú fram við koyrivegnum og aðrastaðni, at har er sera lítil mold, har er mest eyrur og grólt. Har hava vit fingið rósinrunnar og havtorn at vaksa væl.


Stuttligt at okkurt blomstrar
Tað er eisini stuttligt at hava okkurt sum blomstrar. Rósurnar, tær fríðka um og tær blóma í ymiskum litum, allan litskálan millum reytt og hvítt, og tær anga væl.


Ymiskir veitarar
Hvaðani fáa tit trøð og blómur frá, sum tit gróðurseta og geva borgarum ókeypis?

Vit fáa slíkt frá nógvum ymiskum veitarum og eisini havi eg eyguni við sjálvur, soleiðis at tað sum vit gróðurseta inni í býnum er ofta slíkt, sum vit hava keypt ymsastaðni frá, ella eisini føroyskar plantur, sum vit sjálvi hava fingið úti í okkara egnu náttúru.


Úr gomlum urtagørðum
Eitt nú kann eg siga, at áðrenn teir sprongdu hamaran burtur við nýggja ídnaðarøkið við Borðoyarvík, tóku vit nógvar plantur upp, sum vuksu har og plantaðu tær ymsastaðni í býnum, sum til dømis trøllakambar, hjálpirøtur og annað. Eisini hava vit fingið nógv úr ymiskum gomlum urtagørðum í Klaksvík.

Tá tað kemur til trøð og runnar, so keypa vit nógv frá gróðurstøðini hjá Skógrøkt Landsins, ið er ein stórur veitari til okkum.

 

Eg skal als ikki klaga
Hvussu er við játtan á fíggjarlógini hjá kommununi til býarfríðkanina? Eg skal als ikki klaga. Eg havi verið býargartnari her tey seinastu 22 árini. Nógv tey fyrstu árini tá eg byrjaði vóru játtaninar høgar og vit høvdu meira at gera burturúr. Hesi seinastu 10 árini hevur játtanin næstan staði í stað. Sum eg segði, so klagið eg tó ikki, tí eg haldi at tað er á einum rímiligum støði.


Sitandi býráð gjørt meira
Tó skal sigast at hetta seinasta Býráðið, sum sitið hevur, hevur vilja nakað meira á grøna frontinum. Eitt nú Ósálundin og havin á Bakkanum eru skapt við peningi uttanfyri játtanina til býarfríðkanina og tað er ikki sørt hugaligt.


“Planta eitt træð”
Hans Hjalti leggur afturat: í ár eru 40 ár liðin síðani fyrstu trøðini vóru gróðursett úti í Grøv. Í tí sambandi verður tiltakið “Planta eitt træð” fyriskipað úti í Grøv í ár, her borgarar kunnu fáa ein plantupakka ókeypis. Ætlanin er eisini at eitthvørt verður til undirhalds og tiltakið fer av barkastokki leygarmorgunin klokkan 10.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á B68 í kvøld
Er útslitni vøllurin í Klaksvík orsøk ti…