Lýsing
Lýsing

Hví vil samgongan revsa fólk við breki og sjúku?

SKRIVAÐ: Regin Berg, Stjórnmálafrøðingur og avvarandi  |  02.10.2020 - 21:43 Lesarabrøv Politikkur

Sambært lógaruppskoti frá Almannamálaráðnum skulu tey, sum bera brek, ið ávirkar arbeiðsførleika teirra, niður í løn. Ikki nokk við tí – samstundis vil samgongan hækka egingjaldið til heilivág, ið vil siga at fyri nógv fólk sum bera brek, so ætlar samgongan bæði at minka lønina og samstundis at hækka útreiðslurnar hjá teimum.

Lógaruppskotið leggur upp til, at markið fyri ískoyti frá tí almenna til fólk, sum longu hava tillagað starv, minkar frá 22.000 krónum um mánaðin til 19.900 krónur um mánaðin. Hendan broytingin rakar tey harðast, sum bera tey brekini, ið niðurseta arbeiðsførleikan mest. Taka vit dømini úr lógaruppskotinum sjálvum, so fer ein persónur, við 50% arbeiðsføri, ið vinnur 40.000 krónur mánaðin, frá at vinna 40.000 krónur til at vinna 39.900 krónur um mánaðin. Hetta tí at arbeiðsgevin rindar helvtina av lønini, og tískil verður viðkomandi í minni mun ávirkaður av loftinum. Hevur ein hinvegin 10% arbeiðsføri og vinnur 24.500 krónur um mánaðin, so liggur ein eftir broytingini á 22.400 krónum.

Fólk við nógv skerdum arbeiðsførleika verða longu ávirkaði í tann mun, at óansæð hvussu nógva útbúgving tey fáa sær, og uttan mun til hvat starv tey hava, so ber tað ikki til at fáa meira í løn enn tað sama. Arbeiðsgevin rindar 10% av lønini, meðan tað almenna rindar tað írestandi upp til 22.000 krónur.

Men eftir hesa lógarbroytingina, so verða tað ikki bara tey, sum hava nógv skerdan arbeiðsførleika, sum ikki kunnu fáa hægri løn enn tað sama. Størv, sum verða sett eftir 1. Januar 2021, verða ávirkað av nýggjum reglum av mótrokning, um lønin blívur ov høg. Tað vil siga at um ein persónur við 50% arbeiðsførleika hevur strítt seg ígjøgnum eina útbúgving, hevur lagt alla orku í at arbeiða, í at prógva sítt virði, og endar uppi á at kunna vinna 40.000 krónur um mánaðin gjøgnum hart arbeiði, so fær viðkomandi í framtíðini ikki meira enn 31.350 krónur, tí veitingin frá tí almenna verður mótrokna.

Eitt er at hetta stavnsbindur tey, sum í løtuni hava størv. Hvussu kann ein nakrantíð skifta starv, um tað merkir at ein fer næstan 9.000 krónur niður í løn, fyri sama arbeiði? At fara 2.100 krónur niður í løn er nóg ringt. Eitt annað er, hvussu ein flokkur kann gera hetta, sum sigur at tað skal loysa seg at arbeiða. Skal tað bara loysa seg at arbeiða, at útbúgva seg og at satsa uppá karrieruna, um ein ikki ber brek ella hevur varandi sjúku? Hvussu kunnu flokkar sum Miðflokkurin og Sambandsflokkurin, ið siga seg ganga inn fyri vælferðarsamfelagnum, stuðla einum lógaruppskotið sum hesum? Tað hongur ikki saman.

Skal ein spara so er tað skeivt at gera tað við at fara eftir hesum bólkinum av fólki. Samstundis sum sparingarnar, einans eru 1,5 milliónir, sambært fíggjarlógaruppskotinum, so hevur hetta sera stóra ávirkan á tey, sum tað rakar. Samfelagið hjá okkum er longu í alt ov stóran mun gjørt til tey av okkum, sum hava fullan arbeiðsførleika og ikki hava kropsligar og sálarligar avbjóðingar. Hví skulu vit nú revsa tey uppaftur meira, sum arbeiða og geva sítt íkast til samfelagið, hóast tey hava brek at stríðast við? Um nakað eigur skipanin at betrast, soleiðis at tað verður meira lokkandi hjá fólki, sum hava skerdan arbeiðsførleika, at útbúgva seg, eftirútbúgva seg og geva teirra íkast á arbeiðsmarknaðinum. Eitt uppskot sum hetta, ið samgongan nú kemur við, er beinleiðis ómoralskt.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Núpur landar fríggjamorgunin
Like-mentanin, nertingarótti og kommunuv…
Stuðuls­tiltak í kappróðrarneystinum
Betri Trygging spílar seg út við nýggjum…
Vallistin til eldraráðið 10. november 20…
Skal vera trygt og virðiligt at eldast í…
FM-seyða­hundakapping á Vatnaskørðum
Stuðul til sjúkrarøktar­frøð­ingar frá Kom…
Allan Mørkøre skal menna hoyvíkingar kom…
B36 knógvaði sigurin heim í kvøld
KÍ vann stigini í Sarpugerði
Sálarlig heilsa skal uppraðfestast
Team Klaksvík fær vitjan av Neistanum hó…
Heimsins fyrsta marknaðarførings­skipan t…
Leirkerið við nýggjari bók – „Styrki í s…
Minningarhald teirra sjólátnu í Svínoy
Heyst á Áarstovu
Fyrstu valplakatir­nar komnar upp
Amerikanski admiralu­rin Robert Burke á v…
Morgunsangur á Klaksvíkar Sjúkra­húsi