Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jógvan Andrias Joensen, valevni fyri Norðoya Tjóðveldisfelag í Klaksvíkar Kommunu. | Mynd: Egin mynd.

Jógvan Andrias Joensen stillar upp til býráðsvalið

SKRIVAÐ: Jógvan Andrias Joensen  |  18.10.2020 - 18:09 Kommunuval 2020 Lesarabrøv Tíðindi

Fyri okkum umleið 5200 medborgarar í stórstu kommunu í norðoyggjum, skal tað ikki verða ivi um at Klaksvíkar kommuna er okkara stórsti felagsnevnari.

Mær er víst álit og soleiðis eri eg við í nýggja toyminum hjá Norðoya Tjóðveldisfelag, sum ynskir at gerðast ein partur av komandi býráðnum í Klaksvíkar kommunu eftir vali 10. nov.

Eg havi nógv uppá hjarta, sum styrkir hetta toymi. Eg havi royndir frá lívsins skúla, sum eg vóni Klaksvíkar kommuna við sínum umleið 5200 viðleikarum, kann fáa gleði av.

Eg havi verið mentanarberari og -skapari í 61 ár. Av hesum 22 árum sum pápi og familjumaður.

Av royndum, lærdómi og vísdómi frá lívsins skúla hava eg fingið nøkur amboð, sum hava mynda mín leiklut sum menniskja og medmenniskja.

Eg havi fingið stafettina frá mongum, sum undan mær hava lagt nógv eftir seg í Klaksvík. Og soleiðis havi eg fingið fleiri royndir frá mínum virkna frítíðar- og arbeiðslívið í Føroyum, Danmark og Noreg.

Áðrenn eg og familjan fluttu til Klaksvíkar í 2008 arbeiddi eg sum Mentanarleiðari í Fjaler kommunu, Noreg, í 7 ár. Síðani havi eg verið leiðari í Húsinum í 7 ár. Og eg havi gingið undan í menningini av Spaniastovu til ein vælumtóktan og kendan mentanarpall.

Eg fari við treysti at gera mítt til at Klaksvíkar kommuna framhaldandi endurskapar seg, sum miðstøð í Norðoyggjum, ein týðandi viðleikari í Føroyum og eitt kent andlit uttanfyri Føroyar.

Jógvan Andrias Joensen
Valevni fyri Norðoya Tjóðveldisfelag

Lýsing
Seinastu tíðindini
Alivinna: Lokal dálking og miðsavnaður v…
Vakrar myndir av kappróðrar­fólku­num hjá…
Norð­oyastevnu­konsertin 2026
Órógv á heimasíðuni
Myndarøð: Atlantic Fair endaði 2026 fram…
FBF sett royndan venjara til sandflogból…
Lands­stýris­maðu­rin á vitjan hjá Firum
Neytalortakapping Team Klaksvík
Bjørn Kalsø: Kalsoyar­tunnil fær ung fólk…
KJ skal veita aluminium arbeiðsbát til B…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Landsvegir í forfalli, 375 milliónir kró…
Netastovan keypt bygningin hjá Looknorth…
Heimsstjørna vitjar Varpið í kvøld!
- Flutningsvinnan gongur framá
- MEST er í oljuvinnuni, vit eiga at bor…
Eru Føroyar nóg væl tryggjaðar í kreppus…
- Høllin hjá KJ í Klaksvík er nógv umbið…
Arbeiðsloysisstuðulin hækkaði 11. mai
- KG verður ein kollvelting í Klaksvík