Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Andreas Josephsen stillar upp

SKRIVAÐ: Norðoya Sjálvstýrisfelag  |  18.10.2020 - 22:53 Kommunuval 2020 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Norðoya Sjálvstýrisfelag er komið á mál við uppstillingini til komandi býráðsval, og greitt er, at Andreas Josephsen er á listanum.

Andreas Josephsen er 52 ár og klaksvíkingur við stóra K. Hann er giftur við Jorie, og eiga tey trý børn og eitt barnabarn.

Andreas Josephsen er stjóri og eigari av fyritøkuni Malltek, sum hann hevur rikið síðani 2005. Harafturat er hann íðin í Treysti, har hann eisini er formaður í løtuni. Annars er Andreas eisini kendur frá KÍ, har hann var aktivur spælari í 90’unum.


Sjálvur sigur Andreas soleiðis:

Vinnan má fáa nógv betri útbyggingarmøguleikar

Við stóru framgongdini í Klaksvík er tørvurin á fleiri grundøkjum til vinnuna eisini nógv øktur. Vinnuøkið uppi á Borðoyarvík er ein tiltrongd íløga í framtíðar vinnumøguleikar í kommununi, men her má ikki steðgast.

Sum vinnubýur, har nakrar av størstu vinnufyritøkunum í landinum búleikast, og har vinnulívið í løtuni merkir framgongd, er sera umráðandi, at kommunan altíð eigur tøk vinnugrundøkir. Tí eiga vit sum kommuna, at hugsa longur enn bert verandi tørv, men eisini tryggja framtíðar vøkstur.

Tí fari eg at arbeiða fyri, at vit halda áfram at útstykkja fyri fleiri vinnugrundstykkjum, so útbyggingarmøgleikarnir í okkara øki framhaldandi geva fyritøkum bestu fortreytir. Somuleiðis mugu vit fáa gongd á útbyggingina av Norðhavnini, so fleiri møguleikar skapast í økinum, og vinnuframburðurin um kajkantin mennist.

 

Hóvlig fíggjarstýring

Eitt samfelag í framgongd setir eisini høg krøv til kommununa. Tí er tað umráðandi, at fíggjarstýringin er í tryggari legu og byggir á nærlagni og hóvsemi.

Ein fortreyt fyri framhaldandi vøkstri er, at vit hava trygt fíggjarligt grundarlag, so framtíðar íløgur og virksemi kann fáa kommununa at spíra nógv ár framyvir.

Tí vil eg leggja meg eftir, at kommunan framhaldandi verður stýrd fíggjarliga hóvsamt.

 

Íbúðarmøguleikar

Ein fortreyt fyri framhaldandi fólkavøkstri er, at fólk altíð hava møguleika at búseta seg í kommununi. Fólkavøksturin seinastu árini hevur lagt trýst á bústaðarmøguleikarnar í kommununi.

Vit mugu gera møguleikarnar hjá ungum, at búseta seg í kommununi, betri, og tí verður neyðugt at fáa fleiri íbúðir. Loysnin er at hugsa um allar aldursbólkar, tí fleiri og fleiri eldri hugsa um at selja síni hús fyri síðani at fara í okkurt minni. Tí fer loysnin við fleiri íbúðum at tæna bæði yngru og eldru borgarunum, og er hetta við til at gera kommununa meiri fjølbroytta.

Komandi fýra árini skal bústaðarpolitikkur hava hægstu raðfesting.

 

Norðoya Sjálvstýrisfelag

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøki…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Sannleikin er ofta illa lýddur
Rættartrygd krevur nágreiniligt arbeiði
Føroysku badmintonleikarar­nir gera um se…
Jákup Sumberg er aftur á Hilton Garden I…
Konsertrøð við sello og klaver
Í KVØLD: KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á…
Sjókovin skipar fyri fiski­vinnu­tiltaki í…
- Tunnilsgjaldið hevur ongan týdning lon…
- Sangskriving og tónleikafram­leiðsla he…
Virkið Vár: Hugni við skótunum
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Virkið Vár: Stjørnan bjóðar til Trille T…
Lýsing