Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fiskakeypari: Covid 19 ávirkar fiskaprísirnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.10.2020 - 11:19 Tíðindi Vinna

Dánjal Hansen er sølumaður á Rainbow Seefood og hann sigur, at tað eru fleiri orsøkir til lága prísin á hýsu. 

Eyðólvur Vang á Norðsøka greiddi herfyri frá um vánaligar prísir á hýsuni. Vit hava vent okkum til ein fiskakeypara, at frætta nærri.

Dánjal Hansen er stjóri í Rainbow Seefood og hann sigur, at tað eru fleiri orsøkir til lága prísin á hýsu. 


- Tá talan er um hýsu, so fer sera nógv av hýsuni til tann bretska og skotska marknaðin. Nú Skotland og Bretland seta tiltøk í verk, og matstovur og barrir osv stongja, so ávirkar tað eftirspurning eftir fiski. Hettar ger at prísirnir fella á marknaðinum, tí lítil og ongin eftirspurningur er, sigur Dánjal

- Fiskakeyparar í Skotlandi og Bretlandi tora snøgt sagt ikki at keypa í løtuni, tí teir eru bangnir fyri at teir ikki sleppa av við vøruna, upplýsir Dánjal. 

- Viðmerkjast kann eisini at virði á pundinum ávirkar eisini støðuna. Eisini hoyrir við til søguna at norðmenn senda sera nógva hýsu á bretska marknaðin í løtuni. T.v.s. at í løtuni er ov nógvur fiskur á marknaðinum, í mun til eftirspurningin. Grundin er at Covid 19, tað ávirkar alt í løtuni, sigur Dánjal Hansen við Norðlýsið at enda. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí