Lýsing
Lýsing
Lýsing

Áfram Eysturkommuna

SKRIVAÐ: Listi Á  |  21.10.2020 - 23:00 Tíðindaskriv Tíðindi

Listi Á stillar 8 valevni upp til kommunuvalið 10. november. Undir slagorðinum “Áfram Eysturkommuna” vilja hesi skapa trivnað, samanhald og framburð.

Hesi stilla upp:

  • Benjamin Tvørfoss, Norðragøta
  • Fríðgerð Heinesen, Leirvík
  • Hanna Jensen, Norðragøta
  • Tummas E. Justinussen, Leirvík
  • Hákun Andreasen, Leirvík
  • Maj-Britt Winther Hentze Jacobsen, Norðragøta
  • Jón Tyril, Norðragøta
  • Rúni Justinussen, Syðrugøta

Listi Á vil hjúkla um tað, sum skapar gleði, meining og íblástur í gerandisdegnum. Vit leggja dent á fríðkan og umhvørvi, og borgararnir skulu takast meira við upp á ráð.

Tað er neyðugt at ansa væl eftir, hvussu pengarnir hjá okkum øllum verða brúktir, og helst skulu vit kvinka skattatrýstið niður, so hvør einstakur fær størri rásarúm.

Samstundis er tørvur á íløgum í mentan og ítrott, eitt nú vilja vit stuðla arbeiðinum at fáa til vega hølir til kappróðrarumhvørvið og tónleikaumhvørvið og leggja lunnar undir at betra umstøðurnar hjá svimjingini. Vit vilja veita stuðul til ríka virksemið innan mentan, list og annað frítíðarvirksemi, ið sprettir millum fólk.

Listi Á vil seta neyðugar útbyggingar á eldraøkinum á dagsskrá, og vit ynskja at seta gongd á arbeiðið við at fáa eina skipan við einum virknum tilhaldsstaði til børn og ung.

Vit fjølgast í kommununi, og m.a. tí skulu vit dagføra skúlarnar til núverandi og framtíðar tørv. Vinnuøki og vinnukarmar og jøvn tilgongd av grundstykkjum og øðrum bústaðarmøguleikum skulu hava hægstu raðfesting.

Fylg við teimum 8 valevnunum, sum lýsa sínar ætlanir fyri Eysturkommunu komandi dagarnar!

Kom framá vil lista Á !

Lýsing
Seinastu tíðindini
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri