Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoyingar eitt framtakshugað fólk

SKRIVAÐ: Oddmar á Lakjuni  |  25.10.2020 - 18:29 Kommunuval 2020 Politikkur

Í Norðoyggjum býr eitt framtakshugað fólkaslag, soleiðis er og soleiðis hevur verið. Í hesum virkna umhvørvi hava sjó- og vinnulívsfólk í ættarlið við samhaldsfesti og virðing fyri hvørjum øðrum lagt lunnar undir eitt samfelag, ið er eyðkent av lívsgóðsku, arbeiðsemi og hugi til virksemi. Her støðist eitt fólk, sum hvør í sínum lag, ger sítt besta fyri sín kæra heimstað. Her arbeiða nógvar hendur, sum hvør á sín hegnisliga hátt gera Norðoyggjar til eitt gott stað at búgva.

Klaksvíkar kommuna er saman við pørtum av Eysturoynni krummtappurin í føroyskari nútímans fiskivinnu, tilvirkan av fiskatilfeingi og atvinnum í tí sambandinum. Her trívast arbeiðsfólk, íverksetarar og virkiseigarar, og her lærir unga ættarliðið at fylgja eftir, har fyri er slóðað, at hava álit á egnum førleikum og at hava dirvi at gera dreymar til veruleika. Hegni og bjartskygni tróta ikki, og privata initiativið er djúpt inngrógvið í okkum norðoyingum og hevur víst í verki, at vit altíð hava gingið undan at byggja land og bý.

Eg ætli mær at arbeiða fyri, at tilfeingi í norðoyingum framhaldandi kemur til sín rætt, við at taka størsta atlit til viljan, hegni og dirvi hjá tí einstaka borgaranum, og arbeiða fyri at kommunan altíð er ein stuðlandi viðspælari, ið skapir góðar, tryggar og rúmligar karmar fyri allar borgarar og alt vinnulív í kommununi.

Síðstu árini hava vit sæð, at Tórshavnar-, Runavíkar- og Fuglafjarðar havn hava allar bygt út, meðan útbygging av Norðhavnini bert hevur verið tos uttan ítøkiligt úrslit. Í løtuni hava vit ov lítið kajpláss, og kemur sjóferðslan um Føroyar væntandi at vaksa tey komandi árini.

Tí er tað alneyðugt, at vit nú beinanvegin fara undir hesa verkætlan, so bæði heimaflotin fær bestu arbeiðskarmar at virka í, og so fleiri skip koma til Klaksvíkar, sum skapa nógv avleitt virksemi fyri vinnurnar í kommununi. Havnaøkið er ein inntøkukelda, sum Klaksvíkar kommuna eigur at seta enn størri fokus á og kundi verið gagnnýtt nógv betri sum eitt trygt inntøkugrundarlag.

Fyri at trivnaður í kommununi kann vera í hásæti, og vit framvegis kunnu bjóða og betra um tær tænastur, ið vit veita ungum og eldri borgarum, er eyðsæð, at vit breiðka um inntøkugrundarlagið hjá kommununi. Trivnaðurin, ið fær fólkið at støðast, og góð kor til vinnuna at virka í, ganga hond í hond í eini kommunu, ið ynskir menning.

 

Oddmar á Lakjuni, valevni fyri Fólkaflokkin

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vælkomin til forvitnisligt franskt kvøld…
Flogbóltsfinalur við Tjarnir leygar­dagin
SjóGló vann danmarksmeistaraheitið í íve…
Nýggj bók: Tá leiðarar hugsa ov nógv
ELM Capital ApS kunnger fyrsta exit: Gal…
Í gjár valdi Løgtingið nýggjar løgtingsg…
Føroyar til hægstbjóðandi
Ungfólk hugnaði sær í Svínoy
Almenn móttøka hjá Lunnar fríggja­dagin k…
KBH skal umvæla kommunuskriv­stovuna
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…