Lýsing
Lýsing
Lýsing

Smidligari barnaansing til øll í Klaksvíkar Kommunu

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  28.10.2020 - 08:05 Kommunuval 2020 Politikkur

Ein fremsta fortreyt fyri trivnaði er, at hond verður tikin um børnini í kommununi, bæði so og so. Nútímans arbeiðsmarknaðurin setir størri krøv til fleksibilitet, og Klaksvíkar Kommuna skal í so stóran mun sum gjørligt ganga hesum krøvum á møti. Vit mugu ongantíð koma aftur til støðuna við bíðilistunum, ið gjørdu, arbeiðslívið hjá familjunum stóð á “stand-by”, meðan kommunan spakuliga fór undir eina tilgongd at stytta listarnar. Her skulu vit arbeiða fyribyrgjandi, so bíðilistar aldrin aftur verða neyðugir.

Ongin í kommununi skal verða noydd/ur at siga nei til eitt starv, tí barnaansing ikki er tøk. Og foreldur skulu hava møguleika fyri at velja ímillum dagrøktir ella barnagarð, har tað eisini eigur at vera møguligt at velja millum fleksiblar tíðir. Sjálvandi er ikki gjørligt at ganga øllum hugsandi ynskjandi krøvum á møti beinanvegin, men kommunan skal lurta eftir ynskjunum og seta hol á til eina tilgongd við smidligari upp- og afturlatingartíðum.

Tað er ikki neyðugt, at allar dagrøktir hava júst somu upplatingartíðir, og við at samskipað ynskini hjá foreldrunum kundi verið latið upp fyri longri og meira fjølbroyttum upplatingartíðum. Hetta sama ger seg galdandi fyri frítíðirnar; tað er ikki neyðugt, at ansingarstovnarnir allir fara í feriu í senn. Við at samskipa ansingartilboðini betur ber til at ganga fleiri av teimum alsamt meira fjølbroyttu ynskjunum til ansing á møti.

Fólkaflokkurin tekur undir við prinsippinum um, at gjaldið skal fylgja barninum heldur enn stovninum. Um tað í eina tíð er tørvur á, at barnið verður ansað aðrastaðni enn á teimum kommunalu ansingarstovnunum, so eigur kommunan at vera opin fyri, at tann, sum í staðin ansar barninum, tað verði seg foreldur ella verji, fær kommununnar part av ansingargjaldinum.

Klaksvíkar Kommuna má síggja í eyguni, at tíðin, har øll arbeiddu frá klokkan 8 til 17, er farin, og at farast má undir at tillaga ansingartilboðini í kommununi samsvarandi. Føroyska samfelagið verður alsamt meira útbygt, og tað hevur við sær, at klaksvíkingar arbeiða um nærum alt landið. Hetta setir fyri summi krøv til, at børnini mugu møta fyrr á morgni, og fyri onnur krøv til, at tey verða heintað seinni. Tó sjálvsagt so, at barnið ongantíð verður óneyðuga leingi á stovninum.

Sum kommuna eigur Klaksvíkar Býráð at gerast betri til at lurta eftir ymisku ynskjunum hjá foreldrunum um ansing, og harvið draga fleiri ungar familjur til kommununa. Beinanvegin eigur okkur at verða gjørt við barnafrádráttin, sum er ein tann lægsti í Føroyum. Hetta eigur ein so rík kommuna at kunna gera betur, soleiðis at ongin barnafamilja setist aftur við at flyta til Klaksvíkar vegna lítla frádráttin. Eisini um tá tað um barnafamiljur ræður má og skal Klaksvík vera kappingarfør.

Verði eg valdur á býráðsvalinum 10. november verður tað at betra um umstøðurnar hjá barnafamiljum eitt av málunum, eg fari at leggja nógva orku í at arbeiða fyri.

Við Kalsksvíkskvøðu

Frímund Hansen
Um Eiði 8
Svínoy

Lýsing
Seinastu tíðindini
Konsert fyrilestur í Varpinum
Fyrsti uppstillingarfundur hjá Norðoya T…
Húsið hátíðarheldur 20 ára dag
Skúlakórið á Skúlatrøð og Klaksvíkar Man…
Manningin á Jákup B greitt brævatkvøðu
Jeg hvakk eitt sindur við
Vit í Javnaðar­flokki­num skylda ikki Fram…
Løgtingsval verður hósdagin 26. mars 202…
Eg eri klár til valstríðið!
Ruth Vang: Eg føli meg snýtta
Aðalfundur hjá MEGD verður á Hotel Føro…
Fann skyldkonu á Torradøgunum
Tað gjørdist truplari og truplari at hav…
Álitið millum samgongupartnarar­nir var r…
Ein avtala fyri ófødda barnið
Pensjónsaldu­rin hækkar ikki til 69 ár
Uppskotið um Suðuroyar­tunnil samtykt - n…
Mentan­argrunnur Landsins
Fyrstu AHM'arar fingu handað prógv
Broytingar­uppskot um báðar linjufør­ingar…