Lýsing
Lýsing
Lýsing

”Nice to have – need to have” - 1% yvir 4 ár ger mun! 

SKRIVAÐ: Elian E. Elttør  |  28.10.2020 - 09:13 Kommunuval 2020 Politikkur

Sambandsflokkurin fer at arbeiða fram ímóti at lækka skattaprosentið 1% yvir 4 ár, og tað kemur øllum til góðar!

Eg veit ikki, hvørjar hugsanir tú gert tær um, hvussu nógv av tínari inntøku tú koyrir í kommunukassan. Tað er ein sannroynd, at skattatrýstið í Klaksvíkar Kommunu er hægri enn miðal fyri Føroyar, og um verandi gongd heldur fram, skalt tú rokna við, at tað gerst enn hægri, enn tað longu er.

Er tað rímiligt, at Klaksvíkar Kommuna í allar bestu tíðum krevur, at hon skal ráða yvir  næstan 21% av tínari inntøku?  Hevði tað ikki verið hugaligt, um tú bara hevði havt nakrar 1.000 krónur meira um árið, sum tú sjálv ella sjálvur kanst ráða yvir til tín og tíni?

 

”Nice to have – need to have”

Hvussu røkka vit hesum málinum? Tað gera vit við at skyna ímillum íløgur, sum eru neyðugur fyri borgarar og vinnu í Klaksvíkar Kommunu, og íløgur, sum ikki eru neyðugar.

Skilagóð útbygging av skúla var ein neyðug íløga – hon var ”need to have”. Harafturímóti er ein íløga í eitt spæliland ein óneyðug íløga, um kommunan ikki hevur pengarnar tøkar at gera tað fyri. Ein slík íløga er  ”nice to have”, tá fortreytirnar eru til staðar. Í løtuni sær tað ikki út til at verða gjørdur nakar skilnaður millum, hvat er neyðugt, og hvat als ikki er neyðugt.

Hvør skal skyna ímillum, hvørjar íløgur er neyðugar, og hvørjar eru minni neyðugar? Tað skulu tey, sum fara at sita í Klaksvíkar Býráð eftir komandi val. Eg havi stóra virðing fyri teimum pengum, sum tú hevur lagt í kommunukassan, og eg bjóði meg fram at vera ein av teimum, sum skal avgera, hvat er “need to have”, og hvat er “nice to have”.

 

Lat skynsemi og ábyrgdina ráða!

 

Elian E. Elttør

Valevni á lista B

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum
At binda eina kenslu
Kamping- og viðfestisvog­nar í Klaksvík s…
Betri Oyggja­leikir avdúka maskott
Ein hjartans tøkk
Fimm norð­oy­ingar á ting
Tomislav Sivic í Klaksvík
Det er os der står herude og banker på
Nýtt talent í KVF
Ársfrágreiðingin 2025: Góður rakstur í e…
Sigurshar­rin vitjar Norðlýsið