Lýsing
Lýsing
Mangt bendir á at fólk himprast við at geva til kennar, at teimum dámar tað, sum valevnini til kommunuvalið skriva

Like-mentanin, nertingarótti og kommunuvalið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.10.2020 - 11:16 Leiðarin Politikkur

Eitt merkisvert fyribrigdi, ið lýpur í eyguni nú til kommunuvalið er tann sonevnda “like-mentanin” á teimum sosialu miðlunum. Og tá tosað verður um like-mentan, so verður fyrst og fremst hugsað um Facebook.

Fyri nøkrum árum síðani hevði tað undranarverda helst verið tað øvuta, nevniliga hvussu mong like’a ávísar greinar. Tá var talið av like’um eitt beinleiðis barometur fyri, hvussu vælumtókt ein grein var, og í ein ávísan mun eisini, hvussu vælumtóktur skribenturin var. Og soleiðis er tað eisini ímillum valini. Men til valini bæði í fjør, og aftur nú í ár, hava vit lagt merki til ein nertingarótta, har valgreinar fáa metfá “likes”. 

Tað er, sum um fólk eru stúrin við at geva til kennar, at teimum dámar innihaldið í eini valgrein. Flestallar valgreinar verða deildar á sosialu miðlunum, umframt at miðlarnir eisini eru knýttir í ymisk sosial netverk sum Facebook, Twitter, Google+ og líknandi. Tað er á hendan hátt, at tað er gjørligt at gera viðmerkingar undir teimum. Men ómetaliga fá brúka tann møguleikan.

Úti á sosialu miðlunum sjálvum er ein noydd/ur at standa við tað, ein dámar. Gjørligt er fyri onnur at síggja, júst hvørji hava dámt hvørja grein, ið verður deild. Og tað er helst hetta, sum fær fólk at halda seg aftur við at geva likes ella at skriva viðmerkingar. Hevur tú like’að og/ella viðmerkt eina grein, so síggja onnur valevni tað, og harvið hevur tú útstillað teg sjálva/n. Hvat er tá til ráða at taka, skal ein varðveita sín (ímyndaða?) objektivitet? Tí tað verður ein heilt óyvirkomilig uppgáva at like’a og viðmerkja allar valgreinar, serliga tá fleiri valevni skriva eina ella fleiri um dagin.

“Hví eru fólk so bangin fyri, at onnur skulu vita, hvat teimum dámar?” er tann mest upplagdi spurningurin at seta, men hann er helst ikki tann mest beinrakni. Tann meira beinrakni spurningurin er “Hví eru fólk so skjót at døma tey, sum geva tað til kennar?” Tí tað ber væl til fyri ein skilagóðan javnaðarmann at dáma eina skilagóða grein frá einum fólkafloksmanni, og øvugt, eins og tað ber til at dáma greinar frá Framsókn, hóast tú velur Miðflokkin.

Tey, sum ikki halda seg aftur við at viðmerkja og dáma, eru vanliga fólk, sum longu hava givið til kennar, hvar tey standa politiskt. Og hetta hevur givið eina inter-herðaklapp-mentan, har fólk, sum eru “í parti” (til dømis úr sama flokki) dáma og viðmerkja hvør hjá øðrum, eins og eina skotgravamentan, har fólk í konkurrerandi flokkum skjóta eftir politiskum mótstøðufólkum. Oftast eru hesi í báðum førum sjálvi uppstillað.

Her dettur vanligi borgarin burturímillum. Hann torir ikki at geva sína meining til kennar, helst tí hann stúrir fyri at verða settur í bás. Hetta er spell, tí í einum virknum fólkaræði er tað umráðandi, at fólkið tekur aktivan lut í orðaskiftinum, serliga til fólkaræðisliguni høvini at velja umboð á ting og í kommunustýri. Vit hava umboðandi fólkaræði, og tí ræður tað júst um at velja tey fólkini, ið umboða seg inn í fólkaræðisligu organini.

Her eiga vit at gevast við tí negativa tendensinum til at døma fólk og seta tey í partapolitiskan bás saman við teimum, hvørs greinar tey hava dámað. Tey brúka bara sín fólkaræðisliga rætt til at gera vart við, at tey vilja hava meira av hesum, sum hetta ella hitt umboðið ella valevnið skrivar um. Og tí er onki forgjørt í.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…