Lýsing
Lýsing

Søgan um ein málning - Hans Hansen, sáli, 100 ár

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  16.11.2020 - 15:08 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Myndarøð Tíðindi

Úti í Køk í Mikladali

Erik Eliasen (Hoyrikur) var bóndasonur í Hússtovu, borin í heim í 1869, og hann giftist við Olivu Christiansen, dóttir til Kristian Dánial á Kirkju. Tey búðu úti í Køk, sum vóru smæstu sethúsini í Mikladali.

Tey fingu fleiri børn, sum øll doyðu ung uttan Sunneva Malena Eliasen, fødd í 1911.

Í 1950 giftist Sunneva við Juliusi Johannesen av Húsum, sum var føddur í 1917. Tey giftust inn í Køk til mammu hennara. Pápin var tá deyður. Har búðu tey fyrstu tíðina.

Seinni fluttu tey til Klakksvíkar, har tey leigaðu sær íbúð í kjallaranum hjá Georg og Kaju í Grótinum  Tey fingu eingi børn.

 


So hendi tað, at Sunneva fór at hella til stevnuna hjá Jehova vitnum, sum tá vitjaðu dúgliga inn til fólk í Klakksvík og royndu at sannføra um, at teirra stevna var tann rætta. Endin varð, at Sunneva av fullum huga tók undir við hesi rørslu. Og hon kom støðugt meira saman við teimum Jehova-fólkunum, sum tá vóru í Klakksvík.

Julius gjørdist vánaligur, og doyði at enda frá henni.

Sunneva hevði lítið av næstrafólki í Klakksvík, og hon tengdi seg nærri at nýggju trúarfeløgunum.

Viðhvørt skifti Jehova-bólkurin manning. Tann bólkurin, sum tá var í  Klakksvík, flutti av landinum í 1960-árunum.

Nú kendi Sunneva seg veruliga einsamalla í verðini. Hon tók tá sína størstu avgerð í lívinum: at flyta av øllum aftaná hinum Jehova-fólkunum til Danmarkar at vera!

Hon var helst ongantíð vælhavandi, men hon átti húsini úti í Køk í Mikladali. Hetta var barndómsheimið, og her upplivdi hon sínar størstu eydnuløtur sum nýgift við Juliusi fyrst í 1950-árunum. Hetta vóru ógloymandi minnir.

Hon bað Hans Hansen, málaran mikla, mála sær eina mynd av húsunum. Listamonnum dámar ofta illa at fáa slíkar bíleggingar. Men havandi umstøðurnar í huga, játtaði Hans og málaði hesa deiligu myndina av húsunum í Køk. Men hann setti ikki navn sítt undir myndina.   

Vit vita ikki, hvat ið Sunneva hevði við sær sum viðføri, tá ið hon fór av landinum. Men tað týdningarmesta var ivaleyst málningurin av húsunum, sum vakti so mong góð minnir, tá ið hon hugdi at honum.

Sunneva leigaði sær eina lítla íbúð á Nørrebrúgv í Keypmannahavn, og har, í hesum vilt fremmanda umhvørvinum, búið hon einsamøll restina av lívinum.

Vit vita sætt at siga lítið og einki um hetta seinasta tíðarskeiðið í lívi hennara.

Hon doyði í  1971.

---

Í Danmark eru tað nógv fólk, sum doyggja einsamøll og í einsemi. Familjubondini eru yvirhøvur nógv leysari enn her hjá okkum. Og tey flestu búgva í leigaðum húsum. Tá ið tey eru deyð, koma fólk frá skiftirættinum og taka ognarlutirnar til vara. Og oftast endar tað við, at slík deyðsbúgv verða seld til hægstbjóðandi.

Nógvastaðni í Keypmannahavn vóru handlar, sum seldu alt møguligt “skrambul”: gomul bløð, gamlar bøkur, og allar hugsanligar lutir frá deyðsbúgvum.

- - - -

Í 1987 var eg við familju og ferðaðust í Keypmannahavn.  Kona mín, Oddvør,  hevði tað til frægdarítriv at ganga í býnum og vitja inn í antikvaratir og “skrambulhandlar” at vita, um ikki okkurt forkunnugt var at finna.

Hon var komin at kenna væl eigaran av einum slíkum handli á Nørrebrúgv. Ein dagin fóru vit inn á gólvið í hesum handli, og fingu eitt prát við eigaran. Hann fortaldi okkum, at hansara “handilsidé” var at keypa ósigneraðar málningar bíliga úr deyðsbúgvum og aðra staðni frá. Hann átti málningar í túsundatali, sum hann hevði keypt soleiðis.

Tá ið hann fekk ein slíkan málning, var næsta stigið at kanna eftir, hvør ið málað hevði. Í flestu førum kom hann onga leið, men tað hendi seg, at hann kundi prógva, at onkur kendur málari hevði málað – og tá gjørdist prísurin ein heilt annar!

Hann pástóð, at einaferð hevði hann fingið ein málning, sum serfrøðingar  vildu standa inni fyri at kendi franski listamálarin Cezanne hevði málað – og hann fekk millióna upphædd fyri málningin!.

So sigur hann brádliga:

“Forrestin, eg havi eina mynd úr Íslandi, sum var uppií einum deyðsbúgvi, sum eg einaferð keypti her á Nørrebrúgv.  Ísland og Føroyar eru næstan tað sama -  høvdu tit ikki havt hug at sæð myndina – kanska tit høvdu komist við?”

Tað høvdu vit einki ímóti. Hann hevði allar myndirnar heima við hús; vit fóru so til gongu har til, tað var ikki so langt frá. Hetta var eitt rættiligt herskapshús, sum hann búði í, stórt var tað og sera høgt millum loft og gólv.

Allir veggir vóru so avtiknir við málningum, tætt í tætt, heilt frá gólvi upp undir loft. Enntá á hurðunum hingu myndir!

So fóru vit inn í eitt rúm, har allar myndirnar, sum ikki fingu veggjapláss, stóðu á gólvinum, uppat hvørjari aðrari, um alt gólvið. Í miðjuni á rúminum stóð eitt runt borð, og tað var ein geiri av gólvi frá hurðini inn til borðið.

Verturin fór inn til borðið, legði seg so á framyvir  borðið, og akaði seg so út á hin kantin á borðinum. So toyggir hann seg og fer at “blaðað” í myndunum, sum standa á gólvinum.

Tað var eitt-tvey-trý , so hevur hann ein lítlan málning í hondini, sum hann setur á borðið frammanfyri okkum, og spyr, um vit komust við?

Vit stóðu sum Kanus! Í somu løtu, vit sóu málningin, sóu vit bæði, at hetta var Hans – og ikki nakar íslendingur! Oddvør peikar so á bøin aftanfyri húsini á myndini, og sigur:”hetta eitur “á Gundamørk” og hendan bøin eiga vit! Hetta er í Mikladali, og haðani eri eg ættað!”

Hetta var eitt sjáldsamt tilfelli av tilvild. Vit keyptu málningin fyri 2000 krónur, og vit ivaðust ikki í, at Sunneva hevði átt hann.

Tað  skal verða sagt til endans, at søgan um Sunnevu og málningin er okkara heilaspuni. Men vit eru rættiliga sannførd um, at tað hevur verið nakað soleiðis.

Líggjas í Bø

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin