Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fishfacts - greinar fiskivinnuna í Norðuratlanshavinum

SKRIVAÐ: FishFacts  |  18.11.2020 - 12:25 Tíðindaskriv Vinna

Fishfacts bjóðar nú fram tænastuna, Fishfacts Analytics, har tú á einfaldan hátt kann greina fiskivinnuna í Føroyum, Íslandi, Norra, Danmark, Svøríki og Grønlandi. Nýggja tænastan varð løgd fram í Smæruni í dag, har føroyskir og útlendskir bankar, greinarar og íløgufeløg, sum eitt nú Rabobank, DNB, Nordea Markerts, Carnegie v.m. fylgdu framløguni, ið varð stroymd beinleiðis á netinum.

-       Hetta er ein ómetaliga stórur dagur. Eg havi arbeitt sum ráðgevi og greinari í áratíggju, so eg veit, hvussu tíðarkrevjandi tað er, tá tú skal finna allar upplýsingarnar fram. Við Fishfacts Analytics tekur tað bert nøkur fá sekund, so hevur tú allar upplýsingarnar tøkar, sigur Óli Samró, stjóri á Fishfacts.

Við tænastuni kanst tú á lættan og einfaldan hátt síggja roknskapir, lyklatøl v.m. Tú kanst harafturat samanbera feløg í einum landi, millum lond, ella eftir fiskiskapi, t.d. hvussu klára pelagisku feløgini seg í Føroyum sammett við tey í Noreg ella Danmark?  

-       Fishfacts Analytics er mítt lívsverk, sum nú verður talgildað og lættari atkomuligt. Hetta byggir á drúgvar royndir og vitan, eg havi savnað á yrkisleiðini, men tað er eisini umráðandi at fylgja við tíðini og menningini. Við einum klikki fær tú alt tað, tú hevur tørv á, sigur Óli Samró, stjóri á Fishfacts.

 

Hóast Fishfacts Analytics varð almannakunngjørd í dag, hevur tænastan verið ávegis leingi. Fyrrverandi greinarin hjá Nordea Markets, Kolbjørn Giskeødegård, letur væl at:

 

"Fishfacts Analytics sparir tær tíð og orku í leitanini eftir vitan um vinnuna, og gevur tær betri yvirlit av einari heldur torgreiddari vinnu."

 

Tað eru feðgarnir, Hanus og Óli Samró, ið eiga og reka føroysku loysnina, Fishfacts, ið eisini veitir AIS loysnir til fiskivinnuna, umframt yvirlit av øllum fiskiskipum í heiminum.

 


Sí framløguna her: https://www.youtube.com/watch?v=c7-FYTq2630&feature=youtu.be
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ester Mikkelsen 70 ára føðingardag
KS: Tænastudeildin fær nýggjan leiðara
Heidi Sevdal til KÍ
Fólka­flokku­rin riggar til val?
Føroyar og Ísland gjørt semju um sínámil…
Mariuhønan, Ronja og Elmar
Fíggjar­mála­ráðið fyrireikar kæru
Ríkisfundur í morgin: Føroyar stuðla Grø…
Hvussu er lítla barnið stilla í politisk…
Øll við – nýggj verkætlan hjá Parasport…
Hetta er álopsleikarin
Faxe Kondi: Stjørnan – EB í kvøld kl. 18
Nógvur útróður seinastu dagarnar
Arnbjørn vitjar Norðlýsið
Sylvia Thomsen forkvinna í Norðoya Sjálv…
KÍ nærkast nýggjum álopsleikara
Ein heilsan fra felagsskapi­num Mirjam
Hann fekk einans fýra ár! - áðrenn renni…
Reyða Krossur opið hús á Dávavirkinum
Hugnaløtur­nar byrja aftur