Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólasøla á Spinnarínum - Vardi verkstaðurin á Brekku

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  20.11.2020 - 16:37 Mentan Myndarøð Tíðindi

 


Leygardagin 21. november letur stóra Jólasølan hjá Varda verkstaðnum á Brekku upp  á Spinnarínum klokkan 10.00 og opið verður til klokkan 16.00.

Norðlýsið var á vitjan á Verkstaðnum í mikudagin. Sum altíð var tað ein frægd at vitja har uppi á Brekku. Poulina Johannesen, leiðari á Varda verkstaðnum sigur, at orsakað av korona og tilmælunum um at halda fjarstøðu, hava tey á verkstaðnum í ár valt av flyta spennandi Jólasøluna niðan á Spinnaríið, har meira rúmsátt er.

Mikumorgunin kókaði av aktiviteti á varda Verkstaðnum. Garparnir frá Træverkstaðnum fingust í dag við at smíða plattar og at mála ymiskar lutir, so sum krakkar og skamlar.

Í seymistovuni var ikki minni aktivitetur, har fingust fólk við alt møguligt. Har bundu tey sokkar at hanga upp til Jólamannin, ryaðu myndir og pútur, seymaðu og ikki minst tey hugnaðu sær. Sum altíð var tað sera hugaligt at vitja á Verkstaðnum, tí brúkararnir eru so sera fryntligir at koma ímillum.

Um verkstaðin verður annars sagt, at hann heldur til á Brekku í Klaksvík. Tilboðið er ætlað borgarum, ið bera likamligt ella sálarligt brek og sum ikki kunnu røkja arbeiði á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum.

Brúkararnir framleiða ymiskar lutir m.a. plattar til fiskivinnuna, kassar til Føroya Bjór, dukkuvognar, hillar, taskur, pútur bundin pløgg og jólaprýði.

Eisini hevur verkstaðurin eina sølubúð, har lutir, sum eru virkaðir á Brekku, verða seldir, sigur Verkstaðurin um seg sjálvan.

Stuðlið Verkstaðnum á Brekku

Einki er at taka seg aftur í, at brúkararnir á Verkstaðnum á Brekku eru sera sera spentir til Jólasøluna. Øll leggja dent á at kýta seg til tað ytsta at gera tingini, pløggini og dukkurnar so spennandi sum møguligt.

Vitjar tú á Varda Verkstaðin  á Spinnarínum nú leygardagin 21. november, so finnur tú heilt víst eitthvørt forvitnisligt til jólagávu, sum tú ikki finnur aðrastaðni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tummas og Anna vunnu á Viðareiði
Felagssunnudag­skúli á Fossánesi
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
Móttøka á Djúpumýru fyri MEISTARU­NUM 202…
Myndarøð: KÍ Føroyameistarar 2025
Føroysku U19 kvinnur­nar leiktu seg í fin…
U19 menninir skulu leika um bronsu
Video: Gadus lagt at í Norð­havnini
KÍ leikarar verða heiðraðir á Djúpumýru
Upptakt: NSÍ-KÍ
Næstbesta liðið hjá KÍ flutti niður í 2.…
Veðrið um vikuskiftið
Valevnislisti til Kirkju­ráð­svalið
U19 menninir skuffaðu
U19 kvinnur­nar góða byrjan
Nærveruvika - Alt landið luttekur
Nevza kappingin serva í gongd
Kjøthandilin letur upp aftur mánadagin
Føroyar ímóti Onglandi og Íslandi í dag
Seyða­hundakapping á Viðareiði leygardagi…