Lýsing
Lýsing
Lýsing
Skaldsøgan Tvístøða verður løgd fram í Norðurlandahúsinum í morgin. | Mynd: Ungu Føroyar.

Spinnandi fesk skaldsøga fyri ung: Tvístøða

SKRIVAÐ: Ungu Føroyar  |  20.11.2020 - 17:21 Mentan Tíðindaskriv

Tvístøða er fyrsta bókin hjá 29 ára gamla Daniali Viðoy. Høvundurin vísir í hesi skaldsøguni, at hann dugir at mynda persónar, sum virka og samskifta sínámillum í givnari tíð og á ávísum stað – stutt sagt: hann dugir at siga eina søgu.

Sjónarhornið í bókini er eitt annað, enn vit eru von við. Realisman í Tvístøðu er naskari. Lesarin sleppur veruliga at smakka og lukta lívið hjá høvuðspersóninum Bartali heima á Viðareiði eins væl og í Klaksvík, á Mallorka, á Tvøroyri, í Havn, á Íslandsrygginum og í Danmark.

Viðareiðisdrongurin Bartal gongur í 3.g á Kambsdali, tá ið søgan byrjar, og er farin til Keypmannahavnar at lesa um heystið, tá ið skaldsøgan endar. Vinmenninir hava alt at siga, upplivingarnar eru sterkari, tá ið tær eru felags; tá ið teir deila lívsroyndirnar og spegla sær hvør í øðrum. Vinahópurin styrkir samleika sín á konsertum, stevnum og sólarferðum. Men Bartal er á einum vegamóti, hann má finna sína egnu leið. Hann má velja millum ta at síggja til løttu og pínuleysu leiðina og ta tyngru, ið helst er tann, sum kann fáa hann at búnast sum menniskja.

Framtíðin brosar móti Bartali, hann gleðir seg ósigiliga til at byrja ein nýggjan kapittul eftir lokið studentsprógv, tá lívið tekur hann við sær í einum brotasjógvi og noyðir hann at gera upp við partar av sínum fyrra lívi.

Permumyndina hevur Eydna J. Steinberg av Viðareiði teknað. Hon hevur áður myndprýtt barnabøkur. Perman á Tvístøðu myndar við humor og innileika  lívsgleðina, sum bókin er full av, men vísir eisini spenningin og mótsetningarnar, sum leika á.

Ungu Føroyar


Danial Viðoy: Tvístøða

215 síður

Perma: Eydna J. Steinberg

Útgevari: Ungu Føroyar 2020

Prísur: 290 kr.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld