Lýsing
Lýsing
Lýsing

Linda Andrews: Nýggja og fríska jólaútgávan Merry Christmas

SKRIVAÐ: Fríðálvur A. Jensen  |  21.11.2020 - 09:47 Mentan Tíðindaskriv

Fekk hesa nýggju útgávuna sendandi frá Lindu, sum bað meg seta nøkur orð á og geva henni mína meting.

Mín fyrsta meting var, at hon tóktist ov fylt, men nú eg havi lurtað nakrar ferðir, kann eg saktans hoyra hví so er.

Tað er eitt ella annað við jólatónleiki, at tú ikki heilt kann siga, at hetta er júst tað, tí tónleikurin skal hava eitt element av “glimri”, sum tað so sanniliga ikki manglar á nýggju útgávuni hjá Lindu.

Her eru nógvir klassikarar, sum Linda og tey vilja lata í sín egna búna og sanniliga hava gjørt, tí har eru nógvar variatiónir, ið kanska onkuntíð kunnu virka í so langdrignar.

Men, sum sagt, skal hetta vera tónleikur, sum skal njótast júst hesa tíðina á árinum, og so skal hetta gerast við øllum tí, ið hoyrir hesum til.

Linda hevur sína sermerktu rødd, sum hóskar væl til júst hesa sjangruna, tí ofta føli eg meg at vera til eitt ella annað lovsangsligt, har tað eisini verður koyrt upp í eina hægri eind.

Tó fer ferðin so fjálgt og gott niður í t.d. lagnum “The Christmas Song”, har eg kann seta meg væl tilrættis og bara njóta frálíka sangin og tónleikin.

Mín fyrsta kensla er, at útgávan tekniskt er væl úr hondum greidd, tí eg kann saktans hoyra hesar ymsu heilt smáa variantarnar, sum tað hegnisliga er kelað fyri.

Tað er eisini mín fatan, at tónleikararnir eru valdir út frá tí endamáli, at hesir skulu megna at fylla tað út, sum skal fáa samlaðu ljóðmyndina upp í hægru eindina.

Umframt Lindu mynda hesi útgávuna:

·       Produced and arranged by Linda Andrews and Kristof Jasik

·       Recorded, mixed and mastered by Boe Larsen at Millfactory

·       Keyboards and strings by Kristof Jasik

·       Bass by Andreas Hatholt

·       Guitars by Søren Reiff

·       Drums and percussion by Mikkel Villingshøj

·       Backing arrangements and vocals by Claus Christensen and Linda Andrews; except backing arrangement and vocals on "When you wish upon a star" by Claus Christensen

·       Additional backingvocals on "Now It Is Christmas" and "Let Me Sing Of Christmas" by Celeste Michelle Holmberg and Raciel Torres

·       All lead vocals are recorded at Millfactory by Boe Larsen

Á útgávuni, sum er á øllum streamingtænastum í dag, eru 7 eyðkendir jólasangir, meðan jólasangirnir “Now It Is Christmas” og “Let Me Sing Of Christmas” hjá Lindu sjálvari eisini eru við.

Lindu sigur, at jólini hava sera nógv at siga fyri hana, serliga nú í hesi ótryggu tíðini, sum setir so stór krøv til okkum øll og vil gjarna halda fast í tað góða!

Samanlagt er Merry Christmas væl úr hon greidd og skal fáa 5 av 6 jólastjørnum frá mær.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu