Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hin stóra umrbroytingin

SKRIVAÐ: Ragnar Ludvig  |  22.11.2020 - 08:28 Lesarabrøv

Í høgt elskaða brævi Paulusar til samkomu Guds í Efesus, kapittul 2, 1 – 22 er skrivað ein heilt serstøk frásøgn um kollveltingina í kristna lívinum. Harí tey fyrstu tíggju ørindini snúgva seg um hina ovurstóru umbroytingina í tí endurnýggjaða sinninum. Tá hin kraftmikla og heilaga stevnuskrá Guds, verður tendrað í lívinum og lívsførslu teirra, sum hava Jesus kæran. Tey, sum hava givið seg sjálvan til hina heilagu uppalingina frá andaligum deyða til eitt heilagt og sigrandi lív í Kristusi.

Talan er um eitt vítt spenn frá, at verða spilt, doyggjandi og á veg ímóti Helviti, í mun til, at verða frelst, frísk og á veg til himmals. Fyri at fremja fatanina, skal eg siga, at sjálvt umbroytingin í lívinum hjá Øskufíu bliknar samanborið við karakterbroytingina eftir sálanna frelsu. Í hesum sambandinum viðmæli eg tær, at lesa kapittul 1 og 2 samanhangandi. 

 

Efes. 2, 1 – 3 avdúkar beinanvegin, at eisini eg var lívleysur, uttan samband við Gud. Eg livdi sum um Gud ikki var til. So ringt var skilið, áðrenn eg boygdi meg og loyvdi Jesusi, at koma við náði Síni inn í mítt lív. Og hetta var syndarliga støðan hjá mær, áðrenn eg setti mítt persónliga álit á Jesus við trúgv á evangeliið um syndafyrigeving, frelsu og lív frá Honum sjálvum. Eg prísi Harranum fyri ríku miskunn Sína ímóti mær.

 

Niðanfyri skal eg heilt stutt í eini kronologiskari raðfylgju og eftir besta førimuni knýta, lýsa og vitna um mína endurnýggjan og eftirfylgjandi umbroyting frá fortapilsið til frelsu sambært hesum vælsignaða bíbliutekstinum.

 

Efes. 2, 1 leggur hart út: “Eisini tykkum hevur Hann gjørt livandi, tykkum, sum deyð vóru í misbrotum og syndum tykkara...,” Her framgongur tað greitt og týðuligt, at eisini eg var ein fortaptur syndari, áðrenn eg bleiv frelstur.

 

Efes. 2, 2a: “sum tit áður livdu í eftir tíðarandanum í hesum heimi, eftir høvdinganum yvir hervaldinum í luftini...,” Eisini eg var rikin langt, langt burtur av leið frá Jesusi, áðrenn eg vendi við. Eg gekk á heimsins breiða vegi, ið førir til undirgangs.

 

Efes. 2, 2b: “andanum, sum nú virkar í børnum ólýdnisins...” Eins og øll onnur myrkursins børn var eg Jesusi ólýðin. Eg var ein eksemplariskur eftirfylgjari av tí djevulska tíðarandanum. Eg fylti meg við øllum tí, sum tíðarandin hevði at bjóða tá. Og hetta ringa lívið helt á fram inntil miðskeiðis í mínum tannárum, tá eg viðgekk hvussu ólýðin (syndafullur) eg var.

 

Efes. 2, 3a: “Millum teirra vóru vit eisini øll áður og livdu í girndum holds okkara, gjørdu tað, sum holdið og hugsanirnar vildu...,” Øll hava syndað! Tað ger ikki mun um vit eru Jødar ella heidningar. Mítt persónliga sinn var í øllum førum illa dálkað av synd. Og mítt innara menniskja var nógv verri fyri enn mínir gerningar. Men Andi Guds føddi meg av nýggjum. Og soleiðis varð eg bjargaður frá ævigari glatan.

 

Efes. 2, 3b: “og vóru av náttúru børn vreiðinnar, eins og hini...” Eg eri vísur í, at rættvísi vreiðidómur Guds yvir mítt syndiga lív stóð fyri framman í míni óuppgjørdu støðu við Harran tá. Tí allir tríggir fíggindar mínir sambært ørindi 2 og 3 t.e. heimurin, Djevulin og syndiga hold mítt høvdu ræði í lívi mínum, áðrenn persónligu umvending mína til Harran Jesus.

 

Ørindini 4 – 6 siga mær hvussu andaliga støða mín er í dag. – Eftir at eg boygdi meg og loyvdi Jesusi at koma við náði, sannleika og bjarging Síni inn í mítt syndiga og avtoftaða lív.

 

Efes. 2, 4 er náðinnar startskot fyri meg, har Gud oysti náði Sína yvir mítt lágt liggjandi lív. Skrivað stendur: “Men Gud, sum ríkur er í miskunn, hevur, fyri mikla kærleika Síns skuld, sum Hann elskaði okkum við...,” Ja tað verður spennandi at vita hvat ørindi 5 sigur. Men akkurát soleiðis, sum tað stendur skrivað í ørindi 4 vísti Gud ríka kærleika Sín ímóti mær. Gud er sjálv keldan hjá øllum sløgum av kærleika, ið verður útheltur í hjørtuni hjá teimum lýdnu, ið taka ímóti Jesusi við trúgv.

 

So leggur Efes. 2, 5 afturat hetta, at: “eisini táið vit vóru deyð í misbrotum okkara...,” Júst á tann hátt bleiv ovurstóri kærleiki Guds veruleiki í lívi mínum. Tí eg var deyður í mínum egna forbannilsið. Hetta inniber, at óendaligu stóru misbrot míni, sum dómur Guds ongantíð hevði innheinta, prógva hvussu vandamikil synd er í lívi okkara, um vit ikki fáa náði, at verða frelst við trúgv. Tískil hava vit tørv á, at verða endurfødd.

 

Efes. 2, 5b – 6a:  “gjørt okkum livandi við Kristusi - av náði eru tit frelst! – og reist okkum upp við Honum...” Soleiðis deildi Gud kærleika Sín við meg, at eg varð gjørdur livandi við uppreisnarkraft Guds í Kristi Jesusi. Sostatt eri eg deyður, jarðaður og uppaftur risin við trúnni á Kristus. Frelstur av trúgv og nú livi eg lív mítt av trúgv.

 

Efes. 2, 6b: “og sett okkum við Honum í hin himmalska heimin, í Kristi Jesusi...,” Hesin signaði og náðiríki kærleiki Guds hevur eisini sett meg fram fyri trónu Hansara. Tí eg eri longu loystur frá mínum jarðiska lívi og sameindur við Jesus í ríki Guds. Eg skal ikki liggja í grøvini. Nei, eg eri klárur at fara úr likaminum og heim til Harran at búgva.

 

Efes. 2, 7 – 10 sigur nakað um einastandandi framtíðarútlitini og treytaleysu náðina hjá teimum, sum ikki skammast við evangeliið, ið er kraft Guds til frelsu fyri tey, sum trúgva á Jesus. Einasta frelsutreytin aftanfyri hin treytaleysa kærleikan og treytaleysu náðina er, at tú IKKI skammast við evangeliið. Tí annars kanst tú ikki seriøst taka ímóti Jesusi við trúgv, sum tínum persónliga frelsara og eftirfylgjandi Harra í lívi tínum. Hann vil so fegin bjarga tær burturúr syndini, hinum skjótt komandi dóminum og tí ræðuliga eldsjónum.

 

Tað er ein ófyrigevilig synd, at vraka náðifulla frelsutilboð Guds, ið strekkir seg til syndug menniskju, ið einans fáast við óndskap, órættvísi, ólevnað, óreinskap, ólíkligskap, skurðgudadýrkan, gand, fíggindskap, klandur, meinhuga, vreiði, illfýsni, tvídrátt, ósemjur,             øvund, drykkjuskap, fyllskap og annað tílíkt.

 

Tá eg lesi ørindi 6 og 7 samanhangandi, so skilji eg, at Gud skal opinberast í mær í allar ævir. Tað er ein somikið veldigur tanki, ið eg slett ikki megni at tamba út til fulnar. 

 

Hoyr hvat ørindi 7 sigur: “fyri at Hann í hinum komandi tíðum kundi vísa, hvussu ómetaliga rík náði Hansara er, við góðsku móti okkum í Kristi Jesusi...”

 

Hetta ørindi gevur okkum eina greiða ábending um, hvussu stór syndin er í lívi okkara. Vit lesa um bæði stóra og ríka náði í Bíbliuni. Men her er talan um ÓMETALIGA náði. Hetta inniber, at heima hjá Harranum skal hin ómetaliga náði Guds verða framsýnd og verða úttrykkiliga prógva ígjøgnum dýrt keyptu og høgt elskaðu samkomu Kristusar, sum Hann leyskeypti frá synd, deyða og ævigum fortapilsið við dýra blóði Sínum á Golgata krossi. Hetta er ómetaliga náði Guds til okkum syndigu menniskju.

 

Og standandi í hesi ómetaligu náðini skal eg altíð síggja arrini á likami Kristusar, ið eru einastu ævigu og einastandandi tekini um fullkomna sigur Kristusar á krossinum fyri mína sál í ríki Guds. Ørindi 7 gevur harafturat eina góða ábending um, at hin fullkomni karakterur Guds verður sýndur í mær, akkurát sum eg standi í hesi ómetaligu náðini og síggi Kristus, sum Hann er. – Einans Honum uppiborið til lov og prís í aldur og allar ævir.

 

Efes. 2, 8 – 9 avdúkar hesa ómetaligu náðina fyri teimum, sum elska Harran: Skrivað stendur: “Tí av náði eru tit frelst, við trúgv - og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds, ikki av verkum - fyri at eingin skal rósa sær...”

 

Hesi bæði ørindini samanløgd er ein av teimum stóru evangelisku samandráttunum í Nýggja Testamenti. Gáva Guds er frelsa Hansara til okkara, sum Hann av berari náði hevur fyrireikað til okkara og gjørt møguliga fyri okkum, at taka ímóti við trúgv.

 

Við tað, at frelsan er ein gáva av náði við trúgv, so kann hon ikki verða forvunnin uppiborið av okkara egnu verkum - fyri at eingin skal rósa sær. Orðingin at “rósa sær” í hesum samanhanginum er bæði ein greið útsøgn og eitt týðiligt tekin um hugmóð og stoltleika. Tað hevði verið ómøguligt hjá okkum syndarum, at lata verða við at rósa okkum. Hinvegin, so er tað eisini ómøguligt hjá einum syndara, at eftirgera frelsuverk Kristusar ella gera Gud nøgdan við “góðu” verk okkara. 

 

At enda staðfestir Efes. 2, 10 við hesum livandi orðum um óavmarkaða og ótarnaða verk hins frelsta: “Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.”

 

Góð verk eru partur av ætlan Guds við okkum. Men góð verk frá okkum sjálvum eru IKKI partur av frelsuætlan Guds. Áh nei, okkara góðu verk eru slett ikki við í frelsukostnaðinum. Men tey eru ein framleiddur partur av frelsupróvnum hjá frelstum sálum, ið prógva teirra frelsu í orði og verki. Góð verk eru beinleiðis eitt úrslit av dýrt keyptu frelsu míni. Og um eg beri fram likam mítt sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur, tá prógva hesi góðu verk Guds í mær, at Kristus er risin upp frá deyðum. Sostatt fata vit, at Gud ikki skoytir um okkara góðu verk, tí Hann viðurkennir einki minni enn Hansara góðu verk í einum endurføddum persóni.

 

Við inniligari bøn og ynski um, at hendan grein, skal leiða fortapt menniskju til veking, frelsu og lív frá Jesusi, sum Gud salvaði við Heilaga Andanum og kraft, Hann, sum gekk um og gjørdi væl og grøddi øll, ið Djevulin hevði fingið vald á - tí Gud var við Honum.

 

Góði, trýrt tú hesum?

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Starvs­fólk heiðrað fyri trúgva tænastu
Fimm nýggir motorikkvegleiðarar í kommun…
BankNordik leingir samstarvið við Bókade…
Karstin Danielsen við nýggjum jólasangi
Útróðrarbátar­nir hava brúkiligan fiskisk…
Epli & Grønmeti av Sandi
Ein føðingardagsheilsan til systur mína,…
Skeinki­loyvir ella fiski­loyvir
Vælkomin á dag teirra, ið bera brek 2020
Bókmentajóla­kalenda­rin í Svørtu talvu í…
A,B,C og D kommunur og eldrasamstørv
Gott Jørgin, men bussarnir eru ikki eina…
Team Klaksvík fingið nýggjan málverja
Epli & Grønmeti av Sandi
Kravdar kanningar halda fram
Í Kalsoyarfirði eftir 5. Christian í Gró…
Farvæl til 5. Christian í Grótinum
Nýggja havrannsók­nar­skipið yvirtikið í d…
Munandi fleiri pakkar í ár
Munnligir spurningar á løgtingi