Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rognkelsi sum lúsabasari í føroysku alivinnuni

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  30.11.2020 - 08:24 Tíðindaskriv Vinna

Næsta tiltakið hjá Ocean Cluster Faroes verður 2. december kl. 14 á Bátasavninum í Leirvík. Tá verður nyttuvirðið og trivnaðurin hjá rognkelsum sett á breddan.

Laksalús er helst størsta avbjóðingin hjá alivinnuni. Seinastu árini hava rognkelsi verið nýtt sum lúsatálmari í aliringunum, men hvussu trívast tey og hvussu nógva lús eta tey? Hvat ávirkar lúsaátið og hvat skal til fyri at økja um trivnaðin? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum starvsfólk hjá Fiskaaling og Bakkafrost fara at svara á næsta tiltakinum hjá Ocean Cluster Faroes.

 

Á tiltakinum fer Ása Jóhannesen, granskari á Fiskaaling, at byrja við at greiða frá um lívfrøðina og atburðin hjá rognkelsum. Kirstin Eliasen, granskari á Fiskaaling, sigur so frá lúsaáti og trivnaðinum hjá rognkelsum í aliringunum. Síðani fer Ella Joensen, lívfrøðiligur samskipari á Bakkafrost, at greiða frá hvussu rognkelsini roynast í vinnuni og hvørjar avbjóðingarnar eru. At enda fer Amanda Vang, granskari á Fiskaaling, at koma við hugleiðingum og ítøkiligum uppskotum um hvussu avbjóðingarnar, umvegis gransking, kunnu loysast.

 

Sum vanligt, verður eisini høvi til ein drekkamunn og eitt prát. Í sambandi við, at hetta er síðsta tiltakið hjá Ocean Cluster Faroes áðrenn jólini, verður borðreitt við rís a a la mande og øðrum góðum. Øll eru vælkomin til tiltakið. Vegna korona, er tó neyðugt at boða frá luttøku á heimasíðuni hjá Sjókovanum her: set inn leinkju til: https://www.sjokovin.fo/limaskraseting

 

Um Ocean Cluster Faroes

Ocean Cluster Faroes er eitt netverk við endamálinum at stimbra nýskapan og burðardygga menning í føroyskum sjófeingisvinnum. Tiltøkini verða fyrsta mikudag í hvørjum mánaði og snúgva seg um ymisk viðkomandi evni fyri føroyskar sjófeingisvinnur. Her fáa áhugapartar høvi at hittast til kunnleikaflutning og at kjakast um felagsavbjóðingar og loysnir.

 

Limir í Ocean Cluster Faroes eru vinnufyritøkur, granskingarstovnar og aðrir áhugapartar. Í Ocean Cluster Faroes hittast partarnir javnan til íblástur. Felags fyri limirnar í Ocean Cluster Faroes er, at teir allir hava áhuga í nýskapan og burðardygd í sjófeingisvinnum, føroyska samfelagnum at frama. Øll eru vælkomin at gerast limir í Ocean Cluster Faroes

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eirikur í Jákups­stovu valdur á løgting
Gadus farin á nýggjan túr
Opið bræv frá Nýrafelag­num, til tey sum…
Skjótt eiga Norð­oyggjar 3 av 7 floksforf…
Norð­oy­ingar valdu minni lokalt hesaferð
Beinir Johannesen bjartskygdur um samráð…
Aðalfundur hjá Norðoya Bjargingar­felag
Fyrri dagurin av Fótbóltsskúla­num hjá FC…
Góði arbeiðsmarknaðu­rin er eisini spurni…
29 konfirmantar játtaðu sín dóp
Hví ikki undirskriva samgonguskjalið á V…
Hvør ræður í Javnaðar­flokki­num?
Páskir: Broyting í innsavningini
Stóra messan hjá Anton Bruckner í Varpin…
Hans Kristian bjóðar av
Tjóðarsemja uttan Tjóðveldi?
Takkarkvøða
Fínteljingin verður í dag
List við Løkin á páskum
Kendi hardrockbólku­rin Wolfgang gevur ný…