Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vatnturbinan av Strond | Mynd: Jóan Pauli í Geil

Eitt stykki Klakksvíkssøga í Hirtshals

SKRIVAÐ: Jóan Pauli í Geil  |  20.12.2020 - 20:09 Lesarabrøv Myndarøð

Klaksvíkar søga er eisini aðrastaðni enn í Klaksvík. T.d sást hetta uttan fyri eitt av mongum føroyskum sjómanni væl kent stað í Hirtshals. Hetta er generatorurin av eini vatnturbinu norðuri á Strond.

Hendan bleiv seld sum gamalt jarn, men onkusvegna var generatorurin bjargaður, settur í upprunastand og settur sum reklama her.

Flemming Schaltz, dagligur leiðari á Hirtshals Elmotorservice, visti einki um generatorin, men ein dagin rendi eg meg í Edmund hjá Villa á Geilini, og hann visti at fortelja, hvaðani hesin generatorur stavaði, og hvussu tað bar til, at hann kom at standa sum ein varði yvir grøna orku, sum veitti Klaksvíkini ljós so langt aftur sum til 1931.

At hugsa sær, at vatnorkan ikki er meiri effektiviserað øll hesi árini, og nú at reypa um vindorku. Ikki vil eg leggja meg út í naka orkukjak beint nú, men eg helt at hetta er ein fitt søga um, hvussu eitt petti av lokalsøgu stendur sum reklama í Danmark.

 

P.S.: Á skeltinum stendur 1929, men tað er møguliga 1927.

 

J. Pauli í Geil

Allingdamvej 6b

Åbyen

DK-9850 Hirtshals 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…