Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sólfinn Hansen | Mynd: Momo.

Frá landsbýartossa til konspiratiónsteoretikara

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  12.01.2021 - 08:21 Poddar

Coronakreppan hevur millum annað víst, at Føroyar ikki standa aftanfyri nakað annað land í heiminum. Í øllum førum ikki, tá tað kemur til talið av rallandi konspiratiónsteoretikarum. Hesir hava gjørt tað til sína missión at ávara okkum um, at ikki bara Coronavirusið, men eisini vaccinan ímóti tí, er úrslit av eini stórari, altjóða samansvørjing, ið hevur til endamáls at fjarstýra øllum heimsins íbúgvum frá eini loyniligari rannsóknarmiðstøð.

Í gomlum døgum høvdu allar bygdir í Danmark við respekt fyri sær sjálvum sín lokala landsbytossa. Hesin var vanliga ikki fullførur mentalt ella hevði eitt ov stórt rúsdrekkaforbrúk. Oftast bæði. Tá hann var uppá tað besta, fór hann fram á torg í bygdini og varslaði heimsins undirgang við stórum bókstavum. Danska mótstykkið til okkara Ábal, kann ein siga.

Hesir herligu skeivu eksistensir hvurvu eins og trøllini, tá elektrisitetið kom. Men evolutiónin hevur saman við internetinum eftir eina ávísa inkubatiónstíð gjørt, at landsbýartossin í dag er bæði digitalur og globalur. Har proto-landsbýartossin var einsamallur og marginaliseraður, hava teir núlivandi sligið seg saman í eitt heimsumfatandi netverk, har teir vátta konspiratiónirnar hvør hjá øðrum.

Til dømis kann ein konspiratiónsteoretikari sita í Canada og skriva á socialu miðlarnar, at mánalendingin aldrin fór fram. Hetta sær ein annar í Italia og leggur afturat, at tað ljóðar áhugavert, “og visti tú, at Breivik var ein rúmdarvera?” Ein triði gevur teimum báðum rætt, og vísir á, at ES er Djórið í Opinberingini. Og so stemmar tann fjórði í og sigur, at Bill Gates og WHO eru við í eini samansvørjing, og tað faktiskt eru teir, sum í felag hava ment vaccinuna.

Pentar man so tær ymisku konspiratiónsteoriirnar saman, so er “veruleikin” handan Covid-19 okkurt sum hesin: Eftir 2. heimsbardaga flýddu nazistar til Suðuramerika, og eftir eina tíð fraktaðu teir Auschwitz-læknan Dr. Mengele til Antarktis at verða frystan niður og tiðnaðan upp aftur, tá tíðin var búgvin. Bill Gates og Illuminati (ongin konspiratión uttan Illuminati) hava nýliga tiðnað hann, og hann hevur so ment virusið, meðan Gates hevur tikið sær av at forrita vaccinuna. Vaccinan skal síðani sproytast inn í okkum, tí hon inniheldur nanochips, ið ger tað gjørligt fyri hendan felagsskapin at fjarstýra okkum frá basanum á Antarktis. Basin er ikki á Mánanum, sum mong halda, tí har hevur ongin verið.

Vit kunnu tí rokna við at fáa bæði 5G og eina Microsoft-stýrisskipan lagda inn í æðrar og heila, tá vit verða koppsett. Og vit kunnu ikki siga, at vit ikki vórðu ávarað, tí longu í Johannesar Opinbering varð profeterað um hetta, og eitt globalt netverk av konspiratiónsteoretikarum kann ikki taka feil. Hetta má ein og hvør duga at síggja, og vit mugu taka hetta í størsta álvara, sigur digitali landsbýartossin, sum nú hevur  “shaman av 3. stigi í QAnon” standandi á sínum visittkorti.

Eins og James Bond skal fella Spectre, so er QAnon sett í verðina at niðurberja Illuminati. Illuminati er ein felagsskapur, sum hevur verið til síðani tíðarinnar morgun, og er mannaður av sonevndum “lizard people”. Eðlur, sum kunnu skifta ham og síggja út sum menniskju. Drotning Elizabeth, George W. Bush og Mark Zuckerberg eru øll tílíkar øglur, tey eru fleiri milliónir ára gomul, og hava havt fastatøkur á mannaættini altíð við at seta ferføtlur í lyklastøður í menniskjaverðini. Vaccinan er lykilin til at fáa endaligt vald á okkum. Nú skulu vit ikki longur infiltrerast, vit skulu kontrollerast. Men tey hava gjørt rokning uttan vert – tey hava ikki roknað við frælsishetjunum á socialu miðlunum.

Áður kundi ein gera sær ein skyggjandi hatt úr silvurpappíri, og hann vardi so fólk móti ravmagnsstrálunum, sum Illuminati javnt og samt senda út fyri at uppfanga okkara heilabylgjur. Men Bill Gates og Dr. Mengele eru so besnissaðir, at teir fáa okkum at taka síni chip intravenøst, og hesum kann sjálvt ikki tann mest reflekterandi staniolhatturin verja fyri. Tí er neyðugt fyri konspiratiónsteoretikaran at átaka sær risauppgávuna at trola internetið upp og niður eftir samansvørjingarástøðis-váttandi greinum, og síðani spula tær út á socialu miðlarnar allan sólarkringin. Tað er ein øgilig orka, verður løgd fyri dagin, alt fyri at bjarga okkum.

– “Men hvat nú um tað passar?”

Tá alt hetta er sagt, skulu vit sjálvandi vera opin. Blind høna kann sum øllum kunnugt eisini finna korn. Og eitt gullkorn kann nettupp finnast við at venda ótta til vón. Um tað nú er so rívandi galið, sum konspiratiónsteoretikararnir stúra fyri, ræður um at síggja tað positiva í, at vit helst fáa 5G-tøkni sprænda inn í æðrarnar – púra ókeypis. Og er tað rætt, at Bill Gates veruliga er uppíblandaður, so kanska eisini Office 365.

Og hervið er tað farið at ljóða beinleiðis keðiligt, um vaccinan vísir seg “bara” at verja okkum móti Covid-19.

Lýsing
Bloggarin
Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Myndarøð: Reisigildið á KG
Dystar­veðrið NSÍ – KÍ
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…