Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Fyrstu metingarnar siga HB og KÍ í FM-stríði

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  19.01.2021 - 11:19 Ítrottur Tíðindi

Viðmerkjarar hjá KVF eru samdir um, at í løtuni bendur tað á, at FM-kappingin 2021 fer at standa millum HB og KÍ.

Viðmerkjarar í sendingini Fótbóltsprát hjá KVF í gjár vóru Tróndur Arge og Oddbjørn Joensen. Fyrstu útmeldingar um FM-favorittar í 2021 komu í hesi sendingini, og tað sær út til at HB og KÍ vera favorittarnir í ár.

- Tað verða HB og KÍ á 1. og 2. plássi. Um man bara hyggur eftir pappírinum, og tað er fleiri ferðir mótprógvað, tá man bara hyggur eftir pappírinum. Eg haldi faktisk at HB í løtuni sær sterkari út, tí tað er sum hjá KÍ fer ein út og so ein inn. Teir missa Ole Erik og Patrik, tað eru tveir í byrjunaruppstillingini til teir stóru dystirnar hjá teimum. Men hinvegin koma Árni Frederiksberg og Jasper Van Der Heyden inn. Tað kann gott vera, at B36 og NSÍ raka alt tað sum tey skulu raka. Kappingin leggur upp til eitt topp 2 við HB og KÍ, síðani eitt topp 4 við B36 og NSÍ og so liggur Víkingur ímillum, meðan hini fimm so koma eftirfylgjandi og har eru uppflytararnir nokk teir veikastu, segði Tróndur Arge í sendingini Fótbóltsprát.

- Eg vænti, at HB fær ein leikara inn afturat, meðan KÍ, B36 og NSÍ fáa tveir-tríggjar leikarar inn afturat. Hesir tveir-tríggir leikararnir hjá hvørjum liði kunnu broyta rættiliga nógv hjá hvørjum liði. Rakar onkur av teimum 2-3 góðar leikarar, so broytir tað nógv, segði Oddbjørn Joensen við Fótbóltsprát hjá KVF.

 


Í somu sending væntaðu teir eisini, at kappingin um 6. pláss fór at standa millum ÍF og EB/Streym, sum í fjør.

 


Tað merkir, at fyrstu metingarnar í januar frá viðmerkjarunum í KVF siga:

1-2: HB og KÍ

3-4: B36 og NSÍ

5: Víkingur

6-7: ÍF og EB/Streymur

8: TB

9-10: 07 Vestur og B68

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sum ein dreymur
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Seyða­hundafinala á Viðareiði
Nú strýkur vorið völl og dal
Lýsing