Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rætturin til egna sannføring skal verjast - eisini í stríðnum ímóti diskriminatión!

SKRIVAÐ: 32 limir í Sambandsflokkinum  |  22.01.2021 - 10:39 Mentan Politikkur Tíðindaskriv

Í samband við lógaruppskotið, ið liggur í Løgtinginum um at javnseta samkynd foreldur við hinskynd foreldur í barsilsskipanini, vilja vit við hesum skrivi vísa á okkara stuðul til Johan Dahl, løgtingsmann fyri Sambandsflokkin, ið alment hevur váttað at stuðla uppskotinum. Eitt uppskot, ið tryggjar samkyndum javnbjóðis rættindi til familjulív saman við sínum børnum umvegis barsilsskipanina.

Vit meta, eins og Johan Dahl skrivar í sínum viðmerkingum, at vit í Føroyum hava eitt sera fjølbroytt og samansett samfelag. Tað er í tráð við kjarnuvirði Sambandsfloksins, at vit í Føroyum ynskja eitt samfelag fyri øll og eitt samfelag, har øll kunnu mennast og trívast. Tað skal vera rúm fyri øllum - eisini samkyndum foreldrum við børnum - og tað samsvarar eisini best við altjóða skyldur Føroya á mannarættindaøkinum, nevniliga at tryggja ímóti diskriminatión í mun til rættin til familjulív umvegis eitt nú barsilsskipanina.

Í 2017 varð hjúnabandslógin samtykt, og við hesari broyting er vanligur siður, at fylgilógir eisini verða broyttar samsvarandi. Vit síggja málið sum ein avgreiðsluspurning.

Hetta ítøkiliga málið er blivið gjørt til eitt etiskt mál, har tað altíð hevur staðið tinglimum úr flestu flokkum frítt at atkvøða eftir egnu sannføring - eisini í Sambandsflokkinum.

Eitt av kjarnuvirðunum í Sambandsflokkinum er eitt frælst samfelag fyri øll, har øll eru líka fyri lógini. Tískil vilja vit við hesum skrivi - sum limir í Sambandsflokkinum - vísa okkara stuðul til støðutakanina hjá Johan Dahl í hesum so týðandi og prinsipiella máli.

Við hesum strika vit samstundis undir, at tað skal standa tinglimum úr Sambandsflokkinum frítt at atkvøða eftir egnu sannføring í etiskum málum.

 

Vegna undirritaðu limum í Sambandsflokkinum

Allan Skaalum
Anja Haldansen
Anna Falkenberg

Anna-Mari Nielsen
Árni Guldborg Nielsen
Beate Lindenskov Samuelsen

Bent J. Hansen
Birgir Ferjá Heldarskarð
Eivin Helgi Jacobsen

Eyðbjartur Sólheyg Skaalum

Eyðdis Hartmann Niclasen

Eydna Gleðisheygg
Gitte Klein
Hans Hjørleivur Magnussen

Harriet Høgnesen
Ingi Mittún
Jákup Sverri Kass
Jógvan Jensen
Linnéa L. Petersen

Magdalena Mørk
Magnus Herdalur
Magnus Reinert Hansen

Niels Nattestad
Olivia Kruse
Petur Ellefsen
Petur Frank Jákupsson Holm

Petur Hansen
Petur Weihe
Petrina Berg á Lag
Sofus Hansen
Sunrid Traðará
Thordis Skaalum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag