Lýsing
Lýsing
Mynd: physicsworld.com

Veðrið í januar - 1905-2021

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  06.02.2021 - 13:00 Tíðindi Veðrið

Danska veðurstovan hevur havt mátistøð í Havn siðan 1873. Støðin hevur mált m.a. hitalagið, lufttrýst og avfall og síðan 1922 eisini sóltímar.

Nógv av tølunum eru til taks á heimasíðuni hjá Dansk Meteorologisk Institut (DMI), serliga áðrenn hon bleiv dagførd fyrraárið, og í bókini hjá Petur Skeel, Veður og tíðindi í Føroyum 1875-2003.

Eftir at hava nýtt heilt fitt av tíð at skriva tølini niður í tabell og gjørt strikumyndir, ber til at samanbera tølini ár fyri ár og mánað fyri mánað.

Í diagramminum niðanfyri eru tvær strikumyndir. Tann bláa er miðalhitin fyri januar mánaða ár fyri ár; tann reyða er klimaið í januar - t.e. miðalhitin fyri 30 tey undanfarnu árini.

Taka vit strikurnar í diagramminum í tíðarraði, so sæst á myndini, at klimaði í januarmánaði (reyða strikan) var 3,3 stig í 1905, og eftir at hon dalaði eitt sindur um 1920, so fór hon at kvinka seg uppeftir líka til hon toppaði í 1954. Tá var klimahitin í januar komið upp á 4,1 stig.

Eftir tað kølnaði januar í miðal í eini 30 ár, líka til byrjanina av 1980unum. Tá var klimahitin komin niður í 3,4 stig. Næstan tað sama sum tað hevði verið aldarskiftið 1899/1900. 

Síðan seinast í 1980unum er klimahitin broyttur spakuliga uppeftir aftur, og í 2010 fór hann upp um 4,0 stig, har hann var fyrra partin av 50unum. Síðan 2014 hevur klimahitin fyri januar verið oman fyri klimahitan í 1950unum. Hetta er tað mesta síðan 1873.  

Hyggjandi eftir miðalhitanum tey seinastu 116 árini, so hava januarmánaðirnir verið ógvuliga ymiskir. Bláa strikan fer upp og niður. Einki avgjørt mynstur er at hóma, tó kann ein siga, at vanliga hevur januar verið heitari enn klimaið tilskilar og kaldari. 

Nógv tann kaldasti januar var í 1918. Tá var miðalhitin -1,2 stig. Tann næstkaldasti og triðkaldasti vóru í 1979 og 1945, ávikavist. Tann heitasti var í 1946 (6,2 stig), árið eftir tann næstkaldasta. 

Januar í ár var tann kaldasti síðan 1994. Tey seinastu 6 árini hevur januar verið heitari ella kaldari enn klimaið annaðhvørt ár.

Eitt áhugavert fyribrigdi er at síggja í diagramminum. Av teimum 116 árunum eru bert 4 januarmánaðir líka sum ein miðal januarmánaður - t.e. at miðalhitin hevur verið tann sami sum klimaið.

 

Myndin omanfyri er tikin mánaðarskiftið januar/februar 2019, tá ið miðalhitin var 3,6 stig - t.e. 0,8 stig undir klimanormalinum, men tó ikki líka kalt sum í ár. Kavin lá eisini mánaðarskiftið januar/februar fyrraárið, men tó als ikki líka leingi sum í ár.  

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seyða­sýningin fyri Borðoynna 2021 útsett…
Stórar tunnilsverkætla­nir elva til stóra…
Theodor H. Sólbjørg 80 ár
Títlingur lítli
Nýtt lag frá I AM
Tummas: Vit fara á fund seinnapartin
Ránsætlan Fólka­floksins
Gev okkum eina Bíbil
Fráboðan
Tiltakið útsett - 100 ára minnisløta fyr…
Áheitan frá Team Klaksvík
Korona órógvar lands­kappingina
Høgni Mohr við bókaútgávu
Borgar­stjó­rin: - Støðan er undir kontrol…
Samhaldsfesti heldur enn Tunnilsfesti
Fimleikafagnaðu­rin útsettur
Asfalts­arbeiðið á Klaksvíksvegnum
Heimaflotin og búskapar­frøðingurin
Lands­læknin: Smittutøl­ini helst yvir 100
Støða verður tikin um ársveitsluna mikud…