Lýsing
Lýsing
Lýsing
Forsíðumyndin á blaðútgávu 5 í ár. Eftirgjørd mynd | Mynd: Norðlýsið

Norðoyingar klippa eisini hvørjum øðrum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.02.2021 - 19:43 Leiðarin Mentan Vinna

Í áhugaverdari greining, sum samfelagsfrøðingurin Ragnar Á. Joensen hevur skrivað í blaðnum, kemur fram, at vit í roynd og veru skulu allan vegin aftur til 1985 fyri at síggja, at fiskivinna var tann dominerandi vinnugeirin í Norðoyggjum.

At Klaksvík framhaldandi verður róptur fiskivinnuhøvuðsstaðurin í Føroyum er sjálvandi framvegis rætt, tí samanborið við onnur øki fyllir fiskivinnan framvegis mest í Norðoyggjum, nú saman við Eysturoynni. Og sum samfelagsfrøðingurin nevnir, so var tað fiskivinnan, sum fleirfaldaði fólkatalið í Klaksvík miðskeiðis í farnu øld. Og umleið 1985 var eisini árið, tá fólkatalið í Klaksvík byrjaði at standa í stað. Vit upplivdu soleiðis vøkstur í fólkatalinum, tá fiskivinnan stóð sterkast, men gera tað ikki longur, tá hon ikki ger.

Í dag er tað sokallaði tertiéri sektorurin ella tænastuvinnan, ið fyllur mest í Norðoyggjum - tá umræđur starvsfólk. Hetta eru vinnur, har tað snýr seg um at servicera øðrum borgarum, tað verði seg matstovuvinna, hotellvirksemi, hárfríðkan, bilasøla og so framvegis. Sekundéri sektorurin, ið snýr seg um at víðaritilvirka rávøru, hevur altíð verið tann tænastusektorurin, ið hevur fylt lutfalsliga minst, og ger tað framvegis. Hetta er til dømis, ella rættari fyrst og fremst, byggivinna.

Í undanfarnu útgávu skemtaðu vit her á blaðnum við at útskifta húkin við ein saks. Tað fer sjálvandi ikki at henda, tí Húkurin er søguligur og ímyndin av, hvat hevur gjørt Klaksvík til næststørsta býin í Føroyum. Og framvegis í dag fara norðoyingar upp á barrikadurnar fyri fiskivinnuna, hava vit sæð. Tað er kanska eitt sermerki fyri Norðoyggjar, tí tá fólk aðrastaðni mótmæla, so er tað aloftast vegna tað almenna. Sjáldan vegna vinnulívið.

Spurningurin er, um vit eiga at útskifta diskursin. Klaksvík er í dag ikki longur fyrst og fremst eitt modernað ídnaðar(lokal)samfelag, men eitt postmodernað tænastuvinnu(lokal)samfelag. Geva vit hesum nóg nógv gætur?

Ein politikari úr miðstaðarøkinum skal bara vága sær at nevna at skerja Klaksvíkar Sjúkrahús, so er eldur beinanvegin í í Norðoyggjum. Og koma teir sær at taka fiskiloyvi úr Norðoyggjum ella elva til at t.d. Kósin missir arbeiðspláss, so stevnir allur flotin inn á Havnina at mótmæla. Men hetta síggja vit framvegis ikki nakran gera fyri at stuðla tænastuvinnuni í býnum.

Tveir matstovueigarar í Klaksvík hava verið í miðlunum og kært sína neyð um Coronatiltøkini, og hvussu teirra matstovur líða undir manglandi inntøkunum. Men hvar er fólksligi uppbakningurin til teirra? Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur í áravís livað undir kummerligum umstøðum, men hvar eru mótmælisgongurnar teirra vegna?

Onkursvegna liva klaksvíkingar framvegis í fortíðini, tá fiskivinnan var eitt og alt fyri býin, og tí eru kenslurnar og reaktiónirnar sterkar, tá tosað verður um at skerja nakað har. Og alt gott um tað! Men tá tað kemur til tann stóra tænastusektorin í Klaksvík, har privatu aktørarnir selja tænastur, so standa teir rættiliga einsamallir.

Lyklaorðini í Norðoyggjum er samanhald, og ja, latum okkum bara viðganga tað: Lokalpatriotisma. Hóast vit sjálvsagt ongantíð fara at útskifta Húkin við nakran frisørsaks, so áttu vit her norðuri helst at staðið meira saman um aðra vinnu enn fiskivinnuna eisini.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langsíðan hjá KÍ-viðhalds­fólku­num er nær…
Tríggir Mjølnir leikarar á Dream Team
Sámuel Akselsson Heldarskarð vunnið tvær…
Bókabúðin letur upp í Klaksvík
Avtala um neyðtilbúgving undirskrivað
ALS gjaldið er alt ov høgt
Bókaútgáva FRÌ
Mannamúgva uttan fyri Kjøthandilin
Tíðaravmarkað undantaks­loyvi givið til t…
Fýra KÍ leikarar við U15 og U16
Veðrið í vikuni
Føroysk børn síggja og deila ólógligt se…
Daniel fór eisini til abba sín við steyp…
KVF: Næstan helvtina minni svartkjaftur
Hálvir sannleikar og heilar villeiðingar
U19 kvinnur­nar vunnu silvur
Framúrskar­andi "Friður á Pallinum"
Hannis fór til abban við steypinum
KÍ endaði kappingarárið væl
Tummas og Anna vunnu á Viðareiði