Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mótmæli til uppskot til serstaka byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv, matr.nr. 803F, Tórshavn

SKRIVAÐ: Kári Thomsen  |  15.02.2021 - 18:38 Lesarabrøv Mentan Vinna

Til uppskot frá Tórshavanar kommunu til broyting til býarskipan við serstakari byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv, vil undirritaði við hesum loyva sær at mótmæla ætlaðu broyting og serstøku byggisamtykt.

Í endamálsorðingini §2 verður greitt frá, at tað eftir ætlanini skal skipast matstova og gisting í økinum. Økið lagt verður út skal skipast til ymsik endamál, m.a. matstovu, djórahald, mat framleiðslu og tílíkt, ið alt skal skipast í býlingum. Smáttur til gisting skulu skipast í eindum á 1 – 2 í lendinum fram við gøtu, sum greitt verður frá um nýtslu av økinum.
Ætlandi skal matstova byggjast tætt upp til og partvís út yvir Fossdalsgjógv.

 

Viðmerkingar til uppskot til serstøku byggisamtykt:

Sum heild kann fyrst sigast at tað er rættuliga óhoyrt at slík ætlan verður skipað í fríðari náttúru har eingin bygging er frammanundan, annað enn tað sum hoyrir landbúnaði til.
Gisting og matstovuvinna verður vanligt skipað í bygdum øki, inni í býarkjarnu ella krigum har góð viðurskifti eru til infrakervi, parkering og aðrar tænastur, ið hoyra ferðavinnuni til.

Ferðavinnan er partvís gisting og matstovuvinna, søvn og listaskálar, frítíðartilboð sum svimjihallir og ítróttarhallir, bátapláss til útferðir og annað. Ferðavinnan hevur tidningarmiklu vøruna, ið er sereyðkennið fyri Føroyar, og er tað óspilta náttú-ran. Tað kann tí sigast at ferðavinnufyritøkan, ið hevur ynski at staðseta seg við tilboðum til gisting og matstovu v.m. í økinum við Fossdalsgjógv, og enntá í gjónni, hevur misskilt sína uppgávu at reka synsama og burðardygga ferðavinnu og gagnnýtslu av tí vøru boðin verður ferðamanninum og vitjandi.
Fossdalsgjógv og alt økið við Kirkjubø, Velbastað og víðari norður er útsýnispláss til ferðandi í landinum. Her er Koltur stór attraktión og ikki at tala um Fossdalsgjógv, ið er heilt serstakt náttúrufyribrygdið í økinum.

Vit hava Løgtingslóg um náttúrufriðing nr. 48 frá 1970, við seinri broyting við løgtingslóg nr. 110 frá 29.juni 1995, og verður her í 1 parti §1 um náturuvernd sagt frá:

”Øll skulu við fyriliti og varsemi fara um í natúruni, einki gera, ið kann skaða ella skemma, gera nakrar ónáðir hjá øðrum.” Og § 2. í lógini sigur soleiðis: ”Uttangarðs er ikki lovt at byggja hús, búðir, skúr ella a.l. uttan loyvi frá friðingarnevndini. Undantiknir eru tó smærri bygningar, sum eftir gomlum siði vanliga hava verið bygdir uttangarðs í samband við landbúnaðin, tá ið teir ikki skemma natúruna.”

Nátúruvernd og tryggjan av óspiltari og órørdari náttúru sær við ætlaðu serstøku byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv, at hava rokki tí røkkast kann í vandalismu og vanvirðing fyri føroysku tjóina. Tað sum er dygdar søluvøran í óspiltari náttúru, og sum ferðamaðurin ynskir og tráar eftir at uppliva, skal við ætlanini gagnnýtast til gisting og matstovu.

Í førum kann spyrjast um ferðavinnan fullkomuliga hevur misskilt sína uppgávu.

Náttúrvernd og nátúrufriðing hevur enn sera lága raðfesting. Enn eru einans trí øki friððað samb. Nátúrufriðingarlógini, og óansæð verða hesar friðingar lítið virdar. Við Fjallavatn og velduga óspilta náttúru vestur í hav við Víkar megnaði alivinnan at fáa lagt út ein ovurstóran aliring. Og sama hendi við Mølheyggjar á Sandi har næmasti granni eisini bleiv aliringar.
Vøtnini við Leynar eru enn rímiliga vard móti ágangi, men opinbart kann roknast við øllum tá peningaáhugamál stinga seg upp.

 

National Park og Natural Monuments

Einasta av norðurlondum og londum á norðari helvt av klótuni, ið ikki megnar at skipa sær eina smb. IUCN (International Union for Conservation of Nature) altjóða góðkenda tjóarlund, ein National Park, í næst hægsta klassingarstiga, eru Føroyar. Grannalond okkara, Svøríki, Finland, Noreg, Skotland, Danmark og Ísland hava øll inntil fleiri altjóða góðkendar tjóarlundir. Sjálvt brøðrahjálandið Grønland hevur megnað at friðað 1/4 part av landinum í norur-eystara parti og undir krøvunum hjá IUCN.

Verður hugt eftir hvussu íslendingar skipa og tryggja sína villini náttúru og náttúrufyribrygdir, serstøk lendisfyribrygdi, vøtn, gil, áir og fossarr, og søgulig støð, er fyrimyndarliga væl lagt tilrætt-is. Tríggjar National Parks hava teir á listanum hjá IUCN t.d. Thingvellir og Vatnajøkul, og eina røð av smærri og størri órørdum náttúrufyribrigdum. Hesi klassa íslendingar sum National Monuments, ið eisini kunnu verða megnar bygningsverk. Dømi kann nevnast sum Gullfoss, Bláa Lónin, Geysir, Hvítserkur, Myvatn, Dettifossur, Hverfjall og Hengifossur.

 

Eingin planleggingarlóggáva

Eyðsýnt er, og sami afturvendandi trupulleikin, at Føroyar ikki hava ein lóg um lendisskipan. Einasta planleggingarlóggáva er útjaglaða Býarskipanarlógin frá 1954, ið kann brúkast næstan sum best ber til. Onnur lond við væl skipaðari lendislóggávu hava ovast lóg um landsplanlegging, næst lóg um økisplanleggin, næst lóg um kommunuplanlegging, og niðast lóg um lokalplanlegging.
Eitt væl skipað planleggingarstig, ið m.a. kann tryggja at kommunalir politikkarar á Løgtingi, ikki hava møguleika fyri rossahandlum og barddøgum um hvar miðnámsskúlin skal byggjast, hvar brandskúlin skal staðsetast ella kokkaskúlin, ella hvar vindmillulundir frægast verða staðsettar, hvar og hvørji nátúruøki skulu tryggjast móti privatum peningaáhugamálum o.s.v.

 

Fordømi og precedens

Við serstøku byggisamtyktini til bygging og innrætting av gisting og matstovu í Fossdalsgjógv, kann heilt stór ólukkan henda, nevniliga at tað við ætlanini, verður hon góðkend av Yvirfriðingarnevndini, vil skapa precedens fyri øðrum líknandi og illa umhugsaðum verkætlanum.

Versta scenariið verður at just serstøk, órørd og óspilt náttúruøki enda sum deplar til peningasterkar fyritøkur, ið vilja vísa seg at taka teppið / dýrabaru søluvøruna undan sær sjálvum.
Hvat tú er rokkið er ikki gott at siga, men Fossdalsgjógv sum náttúrudýrgripur er tá farin og kemur ikki aftur. Eg skal tí mæla til, at Tórhavnar Kommuna tekur serstøku byggisamtyktina um bygging í Fossdalsgjógv aftur, og gevur byggiharranum boðini, at føroysk órørd náttúra á hesum stað ikki er hóskandi til bygging, men væl nýtilig at vísa fram fyri áhugaðum ferðafólkum og føroyingum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…