Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bankaræning skal steðgast

SKRIVAÐ: Beinta Løwe, tingkvinna Tjóðveldi  |  22.02.2021 - 11:55 Politikkur Tíðindaskriv

Ein bankarænari plaga vit at siga um ein, sum rænir pening úr bankunum. Men nú er tað næstan vorðið øvugt, tí nú taka bankar pening frá viðskiftafólkunum.

Tað er lógarkrav, at løn og annað skal gjøgnum peningastovnar, og tí eru fólk noydd at hava ein peningastovn.

Men nú skulu vit rinda fyri at taka pening út, flyta pening, og nú eisini fyri at spara upp. Tað er púra burturvið.

Eg las onkrastaðni, at ein fíggjarserfrøðingur segði, at vanlig húsarhald eiga at hava eina uppsparing á hundrað túsund um onkur verður sjúkur, missur arbeiði ella okkurt annað óvæntað stingur seg upp.

Men bankarnir revsa nú fólk fyri at spara upp.

Ætlar tú at keypa hús, skal tú hava eginpening. Men hava eini ung hjún spart sær upp, verða tey revsaði við rentu frá bankanum.

Hevur ein handverkari spart upp fyri at hava eina trygga lítla fyritøku, so verður eisini hann revsaður.

Spara fólk upp fyri at hava okkurt at standa ímóti við, verða tey revsaði.

Eg veit, at bankar skulu tjena pengar, men vanlig fólk mugu kunna spara upp uttan at verða revsaði.

Hetta kann ikki halda fram. Politiska skipanin má inn, at verja fólkið.


Beinta Løwe, tingkvinna
Tjóðveldi

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík hevur neytalortakapping í…
KÍ tók oddasessin á Norð­oyastevnu
FRAMSÍNING VIÐ ELLISAKFØRUM
Norð­oyastevnuskráin sunnudagin
Sølvará heldur føðingardagstalu
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Lýsing