Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar standa saman móti krabba 27. mars

SKRIVAÐ: Krabbameinsfelagið  |  02.03.2021 - 10:43 Tíðindaskriv

Leygarkvøldið 27. mars skipa Krabbameinsfelagið, Kringvarpið og Norðurlandahúsið fyri stóru landsinnsavningini ”Føroyar móti krabba”, sum verður send beinleiðis úr Norðurlandahúsinum.

Endamálið við landsinnsavningini er at stuðla Krabbameinsfelagnum at halda fram við arbeiðinum at hjálpa, ráðgeva, upplýsa og veita stuðul til gransking.

Í sendingini verður borðreitt við góðum tónleiki, forvitnisligum innsløgum, undirhaldi og áhugaverdum samrøðum. Vit fara m.a. at hitta sjúklingar, avvarðandi, granskarar og starvsfólk, sum dagliga taka sær av teimum avbjóðingum, sum krabbamein gevur.

Talið á krabbameinstilburðum økist. Umleið triði hvør føroyingur fær staðfest krabbamein eina ferð í lívinum, og tí røkkur sjúkan inn í flestu húski í landinum. Nógv hava mist, men tíbetur eru eisini nógv, ið verða frísk.

Á heysti 2009, tá Krabbameinsfelagið, Kringvarpið og Norðurlandahúsið skipaðu fyri fyrsta tiltakinum ”Føroyar móti krabba”, eydnaðist tað at savna inn 5,2 mió. krónur.

Leygarkvøldið 27. mars standa vit aftur saman móti krabba, og vónandi taka føroyingar væl undir við tiltakinum. Fleiri møguleikar eru at stuðla innsavningini, bæði undir sjálvari sendingini og í tíðini áðrenn.

Longu nú kunnu einstaklingar, fyritøkur og feløg stuðla við at flyta pening gjøgnum netbankan á konto hjá Krabbameinsfelagnum í føroysku peningastovnunum:

 

BankNordik: 6460 - 618.088.6

Betri Banki: 9181 - 551.502.7

Norðoya Sparikassi: 9865 - 323.088.5

Suðuroyar Sparikassi: 9870 - 304.242.2


Vikurnar upp til ”Føroyar móti krabba” verða eisini tiltøk kring landið, sum fólk sjálvi taka stig til fyri at stuðla arbeiðinum hjá Krabbameinsfelagnum. Til dømis fara fleiri skúlaflokkar at skipa fyri innsavning. Hetta eru vit sera takksom og fegin um, tí hvørt oyra telur í stríðnum móti krabba.


Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum: “Málið hjá Krabbameinsfelagnum er áhaldandi at berjast móti krabbameini – við at stuðla gransking, upplýsa um fyribyrging og ikki minst at hjálpa og lætta um hjá teimum, sum eru rakt av krabbameini. Vit fegnast tí um, at tað aftur ber til at hava “Føroyar móti krabba”, og at vit soleiðis kunnu lyfta í felag”.


Ivan Hentze Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya: “Sum public service stovnur vilja vit fegin hjálpa Krabbameinsfelagnum við innsavningini. Kringvarpið kemur í hvørt hús, og hetta er eitt álvarsmál, sum er viðkomandi fyri allar føroyingar. Øll kunnu fáa sjúkuna, og vit kenna øll onkran, sum hevur ella hevur havt krabbamein. Tí fegnist eg um, at Krabbameinsfelagið, Norðurlandahúsið og Kringvarpið saman skapa karmarnar, soleiðis at føroyingar kunnu hjálpa”.


Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum: “Gjennom forskning og tilgjengelig behandling kan vi sammen forsøke å vinne kampen mot kreft. Vi ønsker å leve i et samfunn hvor de, som blir rammet, får den oppfølging, omsorg og trygghet, de behøver. Derfor står vi bak ”Føroyar móti Krabba”.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Inntøkur­nar í Eystur- og Sandoyar­tunlinu…
Upplagt at vitja Skríggj
Torradagar aftur á skrá
Ráðið fyri Ferðslutrygd 50 ár!
1950 árini vóru tung hjá kommunustýru­num…
Tjóðsangu­rin í Oslo
Veðrið í viku
Oslo var einaferð høvuðsstaður hjá Føroy…
Røða hjá Sirið Stenberg, lands­stýriskvin…
10'ari á veg til KÍ
Onnur kunnu tosa KÍ niður - ikki vit!!
Áhugaverdur fyrilestur í Smæruni
Nú hevur KÍ kunngjørt Dávid
10.000 pund á 32 stampum
Norðmenn vitja Amerika
VIMA - Upplatingartilboð - allar vørur -…
Dávid Reynheim nærkast KÍ
Etika í Biskupstorg
Nýggjur áleypari til venjing
KÍ missir helst fýra leikarar