Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Peer Bentzen stjóri í  Nemlia

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  02.03.2021 - 14:56 Tíðindaskriv Vinna

Nevndin í Nemlia sp/f hevur sett danan Peer Bentzen sum stjóra. Hann tekur við eftir Ólav Ellefsen, sum er farin í annað starv.

Nemlia er ein íverksetarafyritøka, ið veitir tænastur til fólk við ellisbrekum, sum hava við sær, at  tað er ótrygt hjá teimum at vera heima. Við hesum er ætlanin at betra um lívsgóðskuna hjá fólki. Fyritøkan Nemlia hevur sett sær fyri at finna fram til alskyns nútímans tøkni og seta hana saman til eina skipan, sum kann samskifta við tey avvarðandi, við heimarøktina ella við starvsfólk á røktarheimum. Longu nú verður útgerð og skipanir frá Nemlia nýtt á eldrasambýlum og ellisheimum kring landið, sum geva starvsfólkum fráboðanir, tá okkurt er á vási. Í næstum fer at bera til hjá privatkundum at ogna sær Nemlia-útgerð. Seinni í ár fer felagið at veita útgerð og tænastur uttanlands, í fyrsta umfari til Norðurlond, men eisini til onnur støð í Europa.

Peer Bentzen hevur drúgvar leiðsluroyndir í altjóða KT-vinnuni. Hann hevur í meira enn 20 ár  arbeitt hjá stórum altjóða internet- og softwarefyritøkum.  Millum annað hjá AOL, Microsoft og nú seinast hjá Deutsche Post DHL. Peer hevur verið við til at talgilda hópin av tænastum; millum tær kendastu eru Office 365 (Beta) og E-post. Hann hevur verið ráðgevi og mentor í altjóða íverksetaraumhvørvinum seinastu áratíggju. Pápin og beiggin eru læknar, og tí er tað við serligum eldhuga, at hann nú fer at brúka sínar talgildu førleikar á heilsuøkinum – í Føroyum fyrst og síðani við Nemlia út í heim.

Hann hevur verið í nevndini í Nemlia síðani 2018.

Nemlia heldur til í Niels Finsensgøtu 16 beint við Steinatún, og har starvast 7 fólk. Høvuðspartaeigarar eru Varðin, Christian í Grótinum og Framtaksgrunnurin.

Peer Bentzen byrjar beinan vegin.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sum ein dreymur
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Seyða­hundafinala á Viðareiði
Nú strýkur vorið völl og dal
KÍ skuffaði í fyrstu stóru royndini í ár
Lýsing