Lýsing
Lýsing
Lýsing

8 ára gamal fløskupostur

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  03.03.2021 - 15:17 Mentan Myndarøð Tíðindi

Á Føroya Sjómannadegi 16. august í 2013, var Kristina í Króki Eliasen umborð á Brimli við tá tvey ára gomlu dóttir síni Petru í Króki Eliasen. Hetta var aftaná fiskikappingina á Kósini, tá Føroya Sjómannadagur bjóðaði børnunum umborð á skip, ið sigldu yvir á Kalsoyarfjørð, har tey kundu kasta ein fløskupost.

Tá tvey ára gamla Petra kastaði sjálv sín fløskupost í havið. Í brævinum hevði mamman, umframt navn og adressu skivað soleiðis: “Hi my is Petra. Im 2 years old. And I live in Klaksvik”.

Ja, tað skuldi skrivast í skundi og hesi vóru orðini.

27. februar í ár, ella knapt átta ár eftir, er fløskuposturin funnin í Farstad í Noregi.

finnararnir skiva nakað soleiðis: “Vit funnu hendan í Farstad, Hustadvika í Noregi í dag. Hann er frá Petru 2 ára gomul.

Vit ganga á einu gøtu til Nordneset fýrin, eg og tveir vinir. Vit búgva ikki her, men foreldur okkara hava eitt summarhús her.

Hetta er mín fyrsti fløskupostur (sum eg havi funnið). Vit eru næstan 37 ára gomul, men vit uppførdu okkum sum børn, tá vit funnu hendan, ha,ha. - Bestu heilsanir Ellen Rokstad, Marianne Skjegstad og Hilda Strand Høye.”

Fløskupostar finna væl vegin, næstan í kapping við Posta. Kristina í Króki Eliassen og Karl Jákup Elisasen eiga fýra døtrar, Katrina, Karin, Eyðbjørg og Petra. Allar hava verið á Føroya Sjómannadegi og hava tveitt fløskupostar út og allar hava fingið svar. Petra og tvær aðrar systrar hava fingið svar úr Noregi ímeðan Eyðbjørg fekk svar úr Svínoy.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…