Lýsing
Lýsing
Lýsing

Er nakað, sum vit eiga at vita?

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  05.03.2021 - 09:30 Mentan Myndarøð Tíðindi

Hvat er almenn vitan? Tað er kanska eitt sindur torført at siga. Helst er tað alt tað, sum vit onkuntíð siga, at fólk eiga at vita. Men hvat eiga vit at vita?

Jú, m.a. kann tað vera, hvussu nógvar oyggjar eru í Føroyum, hvussu eita tær, hvussu eita býir og bygdir í Føroyum, hvussu eitur løgmaður, hvussu eitur býráðsformaðurin, hvat ger løgreglan, hvussu sær Merkið út, hvat gera tey á posthúsinum, hvussu nógv fólk búgva í Føroyum og í Norðoyggjum og mangt, mangt annað.

Um vit vita eitt sindur, so gerst lívið avgjørt meira áhugavert.

Seinastu vikurnar hevur stova 101 arbeitt við at víðka um almenna vitan. Tey vilja vita meira um tað, um mann eigur at vita - um mann so kann siga. Við hesum í huga varð undirvísingin í heimstaðarlæru løgd til rættis við yvirskriftini Klaksvík og Norðoyggjar. Síðani varð farið til verka.

Nú hava næmingarnir longu lært nógv og verið á ferð ymsastaðni. Tey byrjaðu við at vitja heima hjá næmingunum, síðani varð farið á løgreglustøðina, at vitja sløkkiliðið og at vitja býráðsformannin.

Hetta hevur eydnast væl og fólk hava verið bæði blíð og fryntlig. Nú er ætlanin m.a. at fara at vitja posthúsið og eisini at vitja bygdirnar í Norðoyggjum, har tað er koyrandi.

Vit vænta og vóna at hoyra aftur frá teimum, sum vitjanirnar gerast fleiri.

Tykkum verður ynskt framhaldandi góða vitanarferð!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ex-javnaðar(løg)maður ávarar Javnaðarflo…
Team Klaksvík millum tey bestu í barnaho…
KÍ var sannfør­andi móti NSÍ
Hesi bíða nú í spenningi
Myndarøð: KÍ kvinnur - NSÍ: 4-0
Veðrið í vikuni
ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði
Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga og tað…
Roynt verður nú at skipa fyrstu breiðu s…
ABC fara til forhandl­ingar í morgin
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…