Lýsing
Lýsing
Lýsing

Christoffur og Julia halda fram í Stjørnuni

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  05.03.2021 - 15:52 Ítrottur Mentan Myndarøð

Stjørnan boðar frá, at venjarin hetta seinasta kappingárið árið Christoffur Gert Nielsen heldur fram sum høvuðvenjari hjá felagnum komandi kappingaár. Tað var í februar í fjørð, at sáttmáli bleiv gjørdur við Christoffur. Hóast sín unga aldur, so hevur Christoffur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari. Tað var ein stór uppgáva hjá Christoffur at átaka sær, at venja besta kvinnuliðið hjá Stjørnuni, tí frá gongdin var stór. Men við góðum treysti og jagligum hugburði hevur Christoffur saman við Báru Skaale hjálparvenjara støðugt ment unga liðið, og nú kappingin líður móti endanum, kann besta kvinnuliði spæla upp ímóti øllum hinum liðunum.

Eisini hevur Stjørnan gjørt nýggjan sáttmálan við russisku Juliu Nalivko, sum heldur fram sum leikari komandi kappingarár. Julia kom ikki til felagið fyrrenn kappingin gott og væl var komin í gongd. Julia er ein fjøllbroyttur leikari, sum skorar nógv mál. Við Juliu á liðnum er breiddin blivin nógv størri.

Um allir verandi leikarar halda fram, og onkur av leikarunum, sum vegna serliga umstøður ikki hava verið við seinasta kappingarár, koma viðaftur, og møguliga onkran styrk afturat til liðið, so sær tað spennandi út til komandi kappingarár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón