Lýsing
Lýsing
Lýsing

Er Klaksvík klár til víðari menning komandi árini

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu  |  19.03.2021 - 10:53 Lesarabrøv Vinna

Landnyðringsøkið í Føroyum hevur verið í framgongd eisini hesa øldina, hevur tikið við avbjóðingunum fram móti málinum

 

Higartil í hesi øldini, hava Føroyar ment seg í stórum búskaparliga, sum aftur hevur við sær, at vælferðarsamfelagið ídag, kann sammetast við onnur Norðurlond við hópin av tilboðum fyri komandi ættarliðið og vit soleiðis hava eitt meiri nýmótans samfelag. – Fólkatalið økist!

Samferðslukervið er meiri samanbundið við útbygdum vegum, tunlum og undirsjóvartunlum, sum heldur fram við somu ferð. Ja, vit hava fingið samferðsluliga eitt “nýtt land”, har  abeiðsmøguleikar gerast tryggari og støðugari, Fólkið fingið betri møguleikar til at “pendla” millum heim og arbeiðspláss. Hetta ger, atbæði privat og almenn arbeiðpláss kunnu liggja ymsastaðni í landinum og soleiðis styrkja alt landið.

 

Økið styrknar og má breiðkast

Hvar liggja so Klaksvík og virðismiklu plássini uttanum.

Vinnuliga er alt hetta økið sera sterkt, Klaksvík, Eysturoyggin t.d. Fuglafjørður, Gøturnar (Eysturkommuna) og plássini á Skálfjørðinum.

Her finst lægsta arbeiðsloysi, meðan tað løgna er, at lønarútjaldingarnar í hesum støðum liggja væl niðanfyri miðal lønarúgjaldingarnar í føroyska samfelagnum. – Tað kann tykjast løgið, og tað hevur eisini síni harmiligu árin á kommunuinntøkurnar, sum kundu verið væl hægri og við hesum er vantandi kapitalur til útbyggingar.

Fiskiflotin hevur til allar dagar verið sveiggjandi, tó t.d.pelagiski flotin hevur tað gott saman við Barentshavinum, heimaflotin hevur sítt at stríðast við og ov lítlan kapital til nýmótansgerð. Hinvegin kann sigast, at bæði í Klaksvík, Gøturnar,  yviri á Kambsdali, úti á Skálafjørðinum, hava sterkar fyritøkur vunnið seg fram avleiddar av fiskivinnuni og ikki minst við eini væl riknari alivinnu, til lutfalsliga sterkt serfrøðingaøki við fleiri hundrað. starvsfólkum, og kunnu  tí metast við fyritøkur í útlandinum, hiðani hesar eisini fáa verkætlanir.

Í Norðlýsinum í februar/mars, hava vit sæð sera áhugaverdar greinar, skrivaðar av Ragnari Árnasyni Joensen, samfelagsfrøðingi og Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingi, sum vísa á komandi nútímans samfelagið.

Hetta fara teir at umrøða ídag fyri limunum í Vinnulívsráðnum í Klaksvík.

Hesir hava víst á søguligu gongdina í Klaksvík og Norðoyggjum , hvussu økið er komið sær fram og samstundis víst á broytingartíðir, sum Føroyar eru í, at vit eiga at lata eyguni meiri upp fyri hesum veruleika.

Í øllum hesum sera áhugaverda meldrinum og í hesum broytingartíðum er gott at vit seta okkum spurningin: “Er Klaksvík klár til víðari menning í komandi árum”!

Læs onkustaðni, at kendi IKEA-stovnarin, Kamprad, segði: “Málið er onki í sær sjálvum, men vegurin til málið er spennandi”

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Innangarðsútskiftingin í Haraldssundi
Heðin og Fríða vitja Norðlýsið
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum
Vísindavøka á ferð á Sørvágs Bókasavni í…
Ólógligar loyndar sjúkuskráir – amboð a…
Stradivarius í Løkshøll og Hátún
Drama í Sambands­flokki­num
Fríði Sigurðsson settur sum nýggjur stjó…
Eldri systkin vísa veg – byrja dagin við…
Ein túrur á seiðabergi
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jan vitjar Norðlýsið
Jákup og Niclas vitja Norðlýsið
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Kunningarfundur um kirkju­ráð­sarbeiði
14 ár síðani tveir heimadystir á rað utt…
Set sjúklingin í miðdepilin
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)