Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein rætting til: Tá Havgásin sakk á Norðhavinum - Eitt 40 ára minni

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  01.04.2021 - 18:04 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Myndarøð Tíðindi Vinna

Í morgun var eg, saman við Hans Paula Purkhús (f.51), Martin Vágsheyg (f.55) og Jens Paula Sólstein (f.65). Vit sótu í hugnaligu stovuni Hjá Jens Paula Sólsein við dekka borð. Orsøkin var, at hesir tríggir, sum tað sama kundu verið farnir í Harrans hendur fyri 40 árum síðani, nú vildu, at frágreiðing teirra um lagnutúrin við Havgásini, skuldu almannakunngerðast. Tað var Anthnius Olsen, sáli, ið átti Havgásina, sum var bygd í Noregi og var av Viksund verksmiðjuni. Vit lata teir tríggjar greiða frá:

Tá Havgásin KG 609 sakk á Norðhavinum

Manningin hendan lagnudag var Hans Pauli Purkhús og Martin Vágsheyg, sum báðir gingu á skiparaskúla í Klaksvík, og Jens Pauli Sólstein, sum gekk í fólkaskúlanum í Klaksvík.

Vit vóru í tí hepnu støðu, at Anthonius Olsen, sum átti Havgásina, segði at um vit høvdu hug at fara til útróðrar, so var Havgásin altíð tøk at fara við. Elias Eliasen syrgdi fyri, at línan bleiv egnd, og hevði hann onkrar egnarar afturat sær, millum aðrar Jens Paula Sólstein og Julius Purkhús.

Vit fóru til útróðrar hósdag seinnapart tann 5. novembur 1981. Tað var gott veður. Vit sigldu norð gjøgnum Djúpini og norðurum, og síðan vestur við landinum.

Vit byrjaðu at seta fýra fjórðingar norð úr Mýlingi og settu alla línuna í beinan norðan og endaðu úti á 13 fjórðingum. Tað var gott veður og vit lógu hjá boyuni í 11⁄2 tíma.

Tá vit løgdu á at draga var beinanvegin nógvur fiskur á línuni. Tað stóð á at kryvja undan. Tá vit høvdu drigið umleið 12 stampar var væl av fiski niðurfyri at kryvja, so vit góvust at draga til alt var kruvt og fiskurin fingin í lastina.

Tað endurtók seg tvær ferðir afturat, at vit góvust at draga og kruvdu liðugt.

Sum verða man fyltist lastin við fiski og royndu vit, at stúva so væl út í síðurnar, at onki tómt pláss skuldi verða eftir, men eitt tómt pláss lótu vit vera eftir aftur í lastini. Rúmið var aftast í bátinum, millum oljutangarnar, og tað var samstundis uppdriftin afturi í reyv. Rúmið var umleið ein kubikk metur til støddar. Har stóð róðurmaskinan við tilhoyrandi leidningum og sensorum, sum ikki toldi, at fiskur kom til. Skott var í upp undir dekkið.

Lastin og lúkukarmurin vóru til endans full av fiski, so var at stúva sum frægast á dekkinum. Línan slitnaði tá tað var hálvdrigið og vit sigldu so til innara enda at draga úteftir. Har var eisini nógvur fiskur á línuni, men vit drógu okkum spakuliga úteftir og tá liðugt var at draga, vóru vit umleið 8 fjórðingar úr Mýlingi og 11 fjórðingar úr Kallinum.

Vit koyrdu umleið hálva ferð á motorin, meðan vit hildu fram at kryvja. Vit høvdu fylt stýrhúsið, sum var har frammi, fult av stampum, fyri at fáa bátin at flóta beinari.


Tað gekk væl at sigla, men einaferð tá vit høvdu siglt í hálvan tíma, sigur Martin, at báturin stýrdi ikki sum hann átti, men hevði hug at snara spakuliga frá lotinum og á bakborð. Eg fór fram í stýrhúsið at rætta kósina uppaftur, men tá síggi eg, at sjógvur stendur á dekkinum har afturi, og hann vildi bara ikki út aftur.

So gekk alt so skjótt. Reyvin fór meir og meir undir og áðrenn vit vistu av, var reyvin undirfarin.

Jens Pauli lá á bonkinum har frammi og fekk hann eina harðliga útpurring. Eg fór í VHFin at rópa neyðarkall, og forkláraði støðuna og segði farvæl, tí eg mátti rýma og royna at fáa gummibátin út.

Hátalarin til VHFin stóð á stýrhústakinum, har bleiv nógv prát beinanvegin. Vit fingu ikki svara, tí vit vóru illa sperdir og stríddust fyri lívinum, men vit skiltu á lagnum, at teir høvdu skilt okkum rætt og bæði Jøkul og Norðsøki sigldu ímóti okkum við fullari ferð. Teir vóru umleið trý korter frá okkum. Tað bøtti um støðuna hjá okkum at teir vóru á veg.

Í øllum hurlivasanum hjá okkum var ikki lætt. Vit sluppu ikki fram í lugarið eftir bjargingarvestunum, tí alt hendi so skjótt. Vit fingu flota gummibátin, men tá stóð Havgásin beint upp eftir enda. Fiskur, stampar og nógv annað fleyt á sjónum. Vit stríddust við gummibátin meðan Jens Pauli sat og helt sær fram ímóti stevninum. Tá gummibáturin blástist upp vendi botnurin upp. Eg og Martin komu upp á bátin, men Jens Pauli sat eftir á Havgásini. Einaferð komu vit so nær Jens Paula, at vit bóðu hann leypa. Hann leyp og so sótu vit allir á gummibátinum, sum vendi botnin upp. 

Útloysaralínan til gummibátin var ikki kubbað og av tí at afturmasturin var farin undir hevði línan vavt seg fasta í afturmastrina og tað endaði við, at ongin slakki var eftir, so hvørjafer Havgásin fór niður, fór gummibáturin upp eftir kanti, so vit høvdu nokk við at neyðhalda okkum.

Eg hevði mist knívin, Martin náddi ikki sínum knívi, Jens Pauli hevði knív í lummanum, men illa gekst at fáa fatur á honum, tí klæðini vóru sum klistrað at kroppinum.

So royndi eg at fáa fatur í knívin hjá Jens Paula og tá bar til. Eg minnist enn hvussu nógv eg hugsaði um ikki at missa knívin, tí tað kundi vera munurin millum lív og deyð.

Vit summaðu okkum eina løtu, so sigi eg, at eg fari at royna at kubba línuna so vit sleppa leysir av Havgásini. Sum sagt, so gjørt, eg fekk fatur á línuna, sum var onkustaðni undir bátinum og kubbaði.

Gummibáturin fleyt framvegis við botninum upp. Har var onki annað at gera enn at allir fóru úr bátinum einaferð afturat fyri at venda honum. Allir fingu ordrar til ikki at missa takið. Tað gekk væl at venda, Jens Pauli og eg komu upp í gummibátin aftur beinanvegin, men tað gekk ein løta áðrenn Martin kom undan gummibátinum. Tá var hann so lúgvaður, at vit máttu hála hann umborð.

Síðani fóru vit at oysa bátin. Tað var so nógv av óruddi komið í bátin, men vit oystu hann tóman við okkara egnu stivlum, og tað var ikki fyrr enn tá, at vit fingu takið á gummibátinum, at reisa seg, so vit sótu inni.

Tvær hýsur vóru eisini komnar í bátin. Martin helt fyri, at vit høvdu mist so nógvan fisk, at tað var ongin grund til at koma heim bara við tveimum hýsum, so tær blivu ripaðar nokkso langt út frá bátinum.

So sótu vit har, ongin luft var í botninum á gummibátinum, so vit gliðu allir inn móti miðjuni. Vit vóru pøstir, so vit pumpaðu ikki botnin upp við hond, sum man annars skuldi, men vit fingu drívankarið út so lúkan vendi undan lotinum. Ikki var nógv prát, men Jens Pauli segði fer eftir fer, at nú var synd í mammu.

Tað gekk ein løta afturat, so vóru bæði Norðsøki og Jøkul hjá okkum.
Tað gekk óføra skjótt hjá Jøkul, Kenneth Justesen, at fáa okkum allar og síðan gummibátin umborð. Tástani føldi eg, at eg var blivin kaldur, sjálvt um vit høvdu verið vátir leingið.

Eg bað Kenneth sigla norð í Sund, so hann slapp avstað aftur til útróðrar um kvøldið, men tað vildi hann ikki hoyra talan um. Hann vildi sigla okkum til Klaksvíkar, haðani vit vóru farnir til útróðrar.

Eitt ískoytið.

Onkur bátur var afturkomin av útróðri í Klaksvík tann morgunin. Hann lá á stongunum við VHF hátalara út á dekkið. Tá vit róptu um hjálp hoyrdist tað á Stangabrúnni. Pápi Jens Paula, Jákup Sólstein, var stangatúr hendan dagin, hann fær við hvat er hent og so onki meir fyrr enn tað frættist, at Jøkul hevði tikið fólkið umborð. Tá man hava staðið nógv á Jákup.

Vit komu á vágna um nátturðatíð. Har var nógv fólk samansamlað, at taka ímóti okkum. Ein ógvuliga rørandi løta.

Eftirmeting.

Tá Martin sigur við meg, at Havgásin misti stýringina, samstundis sum at nógvir sjógvur kom inn á dekkið, ivist eg onga løtu í, at lastaskottið, sum skuldi halda rúmið við róðurmaskinuni tómt, var brostið og fiskur hevur fylt rúmið og slitið leidningar og annað til róðurmaskinuna, samstundis er uppdriftin í reyvini blivin burtur.

Hetta minnið er samansjóðað og góðkent sum eitt felags 40 ára minnið av okkum trimum, sum vóru við hendan túrin.

Undirskrivað: Hans Pauli Purkhús

(Hans Pauli hevur tá verið 30 ára gamalur, Martin 28 ár og Jens Pauli 16 ár (O.J.)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum