Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj ruta millum Hanstholm og Føroyar

SKRIVAÐ: Faroe Ship  |  06.04.2021 - 14:50 Tíðindaskriv Tíðindi

 

Vinnulívið fær nú tryggjað enn betri atgongd til alltjóða marknaðin við nýggjum inn- og útflutningsmøguleika.

Føroyskt vinnulív far eina uppaftur betur flutningstænastu, nú Faroe Ship bjóðar ein nýggjan flutningsmøguleika. Hvørt mikukvøld siglir Vantage av Havnini til Hanstholm, har skipið er frammi fríggjakvøld. Leygardag siglir skipið aftur til Føroyar.

Nýggja siglingin tryggjar, at eitt nú feskar føroyskar fiskavørur kunnu vera frammi á evropeiska marknaðinum sunnukvøld. Fráferðin úr Hanstholm leygardag gevur somuleiðis viðskiftafólkunum hjá Faroe Ship enn fleiri innflutningsmøguleikar.

- Við hesum tilboðnum fáa viðskiftafólkini hjá okkum enn betri avskipingarmøguleikar úr Føroyum og enn betri atkomu til útlendsku marknaðirnar, sigur Bogi P. Nielsen, stjóri í Faroe Ship.

Vinnan hevur havt ynski um nýggja flutningsmøguleikan, og Faroe Ship fegnast um at flutningsmøguleikarnir við hesum er vorðnir enn fleiri. Faroe Ship hevur fráferðir úr Føroyum mánadag, mikudag, fríggjadag og sunnudag.

Havnin í Hanstholm munandi útbygd

Føroysk sjóvinna og Hanstholm hava eina langa søgu og tann veruleikin kemur bæði Faroe Ship og viðskiftafólkunum til góðar, nú nýggja siglingin fer í gongd. Í 2020 var Hanstholm Havn liðugt útbygd fyri meira enn 650 milliónir krónur, har betrað var um molar, atløgumøguleikar, siglingardýpi, umframt ein nýggjan 350 metrar langan bryggjukant. Hanstholm Havn bjóðar góðar umstøður at taka ímóti góðsi og at fáa góðsið skjótt og gott víðari.

- Vit bjóða Faroe Ship hjartaliga vælkomin til Hanstholm. Vit hava sett fulla ferð á menningina av Hanstholm Havn, og vit ivast ikki eina løtu í, at viðskiftafólkini hjá Faroe Ship koma at fáa stórt gagn av okkara tænastum og tilboðum, sigur Nils Skeby, stjóri í Hanstholm Havn.

Fyrsti túrurin hjá Vantage til Hanstholm verður 14. Apríl.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…
Byrgingin um Haraldssund kostar 72 milli…
Norðstrok: Felagstúrur til Viðareiðis og…
Er ein niðurlaging av Sjónámi at hóma í…
Sámal Jákup Djurhuus venjari hjá Team Kl…
FSF og MMR fara undir Skúla­fótbólt í Før…
Her er nýggja stjórnin
Miðlar við á fundi í næmingaráðnum
Klaksvíkar Býráð samtykt roknskapin fyri…