Lýsing
Lýsing
Lýsing

Alibátur hjá Bakkafrost sokkin út fyri Porkerisnesi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.04.2021 - 12:41 Tíðindi Vinna

Eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum

Umleið kl. 8.00 í morgun sakk alibáturin Krossteinur, sum hoyrir til alibrúkið hjá Bakkafrost í Hovi. Eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum.

Óhappið hendi hálvan fjórðing út fyri Porkerisnesi, millum Hovsfjørð og Vágsfjørð.
Krossteinur og alibáturin Stórafles fóru saman út frá bátahylinum í Hovi kl. 5.30 í morgun út á alibrúkið á Hovsfirði til tess at tryggja alibrúkið, nú hann aftur boðar frá nógvum vindi.

Komnir áraka aliøkið í Hovi hitnaðu motorarnir umborð á Krossteini, roykur sást, og báturin byrjaði at fáa slagsíðu. Stórafles kom beinanvegin til Krosstein og fekk manningina umborð. Stutt eftir sakk Krossteinur.

Brimil varð tilkallaður og kom á staðið.

Manningin umborð á Krossteini hevur tað gott eftir umstøðunum og hevur fingið boðið kreppuhjálp.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu